Góða tú.
Fyri tað fyrsta so er tað ringt hjá mær at meta um tína vekt tá eg ikki kann sýggja teg. Tá tað er sagt, kundi tað eftir tølunum at døma sæð út sum um at tú vigar í meira lagið, men tú mást eisini hyggja eftir kroppsbygnaðinum hjá tær. Hvussu sær familjan hjá tær út, eru tey kraftig ella kløn? Íðkar tú nakran ítrott, sum ger at tú ert kraftig? Hvussu hevur tú tað sjálv, heldur tú at tú ert ov feit?
Um øll familjan hjá tær sigur tú skal tapa teg, haldi eg eisini tey eiga at hjálpa og stuðla tær við tí, tú ert bara 15 ár og býr og etur heima enn, so tað kann verða ringt at verða tann einasta sum skal ansa eftir hvat man etur.
Annars haldi eg eitt hugskot hevði verið at fari at tosað við heilsusystrina á skúlanum ella læknanum hjá tær. Tey kunnu betri meta um vektina hjá tær, tí tey síggja teg og tey kunnu eisini geva tær ráð til hvat er gott og minni gott at eta.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin