Trívist ikki heima, skúla, úti, í bygdini
Góða tú, Takk fyri brævið. Eg skilji væl at tað er keðiligt og hevur stóra ávirkan, tá ið besta vinkonan flytur – alt blívur øðrvísi. Men eg hugsi at sjálvt um hon er flutt, nýtast tit ikki at missa tykkara vinaband. Nú veit eg ikki um hon er orsøkin til at tú vil sleppa til […]
mínir vinir drepa mín hundur í minecraft
Góði tú, Eg eri kedd at hoyra at vinirnir ikki eru so fittir við teg í Minecraft. Tá er tað einki stuttligt at spæla saman. Tað er gott at tú dugir at siga frá! Um tú ikki hevur tosa við vinirnar sjálvur, so kann tú royna at gera tað. Tú kann t.d. Fortelja teimum at […]
Tað følist sum at øll hata meg
Góði tú, Eg eri sera kedd av at hoyra, at tú hevur verið úti fyri so nógvum keðiligum, og at tú ert kallaður so nógv ljótt. Tú skrivar, at tú ikki skilur hví hetta hendi – tað gera vit heldur ikki. Tú lýsir alt, sum er fari fram, sum happing. Tað hevur tú rætt í! […]
Hví eri eg so?
Góða tú Takk fyri brævið. Vit eru sera hørm at hoyra at tú er blivin illa happa í fólkaskúlanum. Sum vit skilja brævið so skrivar tú, at tú enn berur ótta fyri at hetta skal henda aftur, og er bangin fyri at geva nøkrum nakra orsøk til at happa teg aftur. Happing er ongantíð í […]
Aleinaður
Góði tú Túsund takk fyri títt bræv, Tað er so gott at tú skrivar til okkum. Eg vil fyrst siga við teg at tú hevur rætt til tínar egnu meiningar, um hvussu tú ynskir títt lív skal vera. Tínir tankar og kenslur eru tínar egnu, og tað kann eingin annar ráða yvir. Eg eri sera […]
góð ráð?
Hey Takk fyri brævið 🙂 Eg lesi meg fram til at tú ger tað rætta, men tú verður ikki møtt á ein jaligan hátt. Tú hjálpir tínum flokksfeløgum. Sjálvt um, tey ikki bjóða tær við og ikki behandla teg ordiligt. Tað er stórt, at tú er so fitt og skilagóð! Forrestin, so er tað einki […]
Arga á netinum
Góða tú Tað harmar meg at tú er blivin happað. Nógv fólk uppliva at blíva happaði, og happing er altíð keðilig. Serliga kann eg ímynda mær at tað kann vera svárt, tá tú upplivir at blíva happað av onkrum sum tú ikki veist hvør tað er. Tú sigur at tú ikki vilt fortelja tað fyri […]
AAAAAHHHHHHHHHH
Góða AAHHHH Takk fyri brævið. Fyrst vil eg svara uppá tá tú biður okkum vinarliga taka telefonina týsdag. Tað ber tíverri ikki til, tí vit hava ikki opið týsdag. Vit hava opið mánadag og hósdag frá kl. 14-22. Men hendan ráðgevingin er so nýggj, kanska fara vit onkuntíð seinni at hava oftari opið. Tú fortelur […]
XXX (Navn broytt)
Góða XXX Takk fyri brævið. Tú ert røsk, at tú skrivar til okkum um tín trupulleika í skúlanum. Tað er ikki stuttligt hjá tær altíð at sita einsamøll í skúlanum. Tað verður man sjálvandi keddur um. Hevur tú tosað við ein lærara um hetta, so tit saman kunnu finna eina loysn? Um tað ikki nyttar […]
‘ein einsamallur drongur’
Hey ‘ein einsamallur drongur’ Tað kunnu vera nógvar orsøkir til at summi happa – og ja, summi happa kanska, tí tey eru øvundsjúk – td. um tú dugir betri at rokna enn tey. Tað er ongantíð stuttligt at verða happaður – líka mikið hvør orsøkin er. Eingin hevur rætt at happa! Tú hevur rætt, at […]