Search
Close this search box.

Bangin fyri at vaksa

Hey tú Takk fyri brævið. Tú skrivar at tú er 15 ár og er bangin fyri at blíva vaksin. Tá ið man er 15 ár er tað ymiskt hvussu skjótt man venur seg við at blíva vaksin. Fyri summi gongur tað skjótt og lætt, fyri onnur gongur tað eitt sindur seinni. Tað er heilt vanligt, at […]

Astma og coronavirus

Góða Genta, 15 ár Takk fyri tín fyrispurning. Tá ein hevur astma, er umráðandi at verða eyka fyrivarin. Tú mást gjarna fara út at spáka, ganga túr, men bert saman við tínum húsfólkið, tað vil siga, teimum tú býrt saman við, ikki vinum og øðrum. Um tú kennir ein hvønn mun í tíni heilsustøðu, er […]

Hvi?

Hey Spurningurin sum tú hevur skrivað til okkara er ikki so týdiligur, og tað er tí sera torført at svara honum. Tá tú skrivar “baby”, hvør er so tað? Vit vilja fegin svara tínum spurningi, og hevði tað tí verið deiligt um tú kundi sent okkum sama spurningin einaferð afturat, har tú fortelur meira neyva […]

Eg eri ov harlig/ur

Hey og takk fyri títt bræv. Tað er ikki so einfalt at koma vit einum greiðum svarið til títt bræv. Tú lýsir nakrar støður, sum tørvur er á at greiða nærri frá, um vit skulu kunna veita góða hjálp. Tað er gott at tú ert greið/ur um støðuna. Hesum kunnar tú væl um. Um tú […]

Ilt í hjartanum

Hey drongur 13 Takk fyri brævið. Hasi tekinini ið tú tosar um haldi eg at tú burdi fingið kanna. Tosa við onkran um tað, um tú ikki vilt fara til lækna sjálvur. Tað er als ikki sikkurt at tað er nakað at verða bangin um, so ikki stúra. Nummar til læknar kunna verða torfør at […]

Foreldur

Hey genta 12 Takk fyri títt bræv. Flest øll foreldur skeldast inn í millum. Onkur duga væl at goyma tað til børnini eru úti, ella tey eru sikkur í at eingin hoyrir. Onnur leggja ikki í um onnur hoyra. Felags er, at flest øll foreldur skeldast, meir ella minni. Eg skilji væl tín ótta um, […]

Voldtikið?

Hey og takk fyri brævið. Tað er gott at tú skrivar til okkara, tí hatta er ikki ein góð støða tú ert í. Eg fái ikki svarað uppá um gentan følir at hon bleiv neyðtikin – tað er væl møguligt. Ein annar møguleiki er at hon kanska hevði hon hug í fyrstani, og síðani broytti […]

WTF

Hey WTF Eg skilji tín spurning soleiðis, at tú heldur at tað er merkiligt, at tú ikki følir nakað serligt fyri nøkrum gentum. Eg haldi slett ikki, at tín spurningur er merkiligur. Og eg haldi heldur ikki, at tað er merkiligt, at tú kanska byrjar at blíva eitt sindur ótolin eftir at blíva forelskaður. Er […]

Ræðist vatn

Góða genta. Tú ert vælkomin at skriva inn til okkara við einum hvørjum trupuleika ella spurningi. Vit eru her til tað sama og ynskja at hjálpa. Tað ljóðar sum tú hevur havt eina traumatiska uppliving í svimjihylinum í Havn fyri nøkrum árum síðani, og hetta hevur gjørt, at tú nú ikki torir í vatn. Tá ein […]