Search
Close this search box.

Babba lurtar ikki eftir

Góði tú Túsund takk fyri brævið. Tað er ótrúliga flott av tær at taka stigið til at skriva til okkara. Tú skrivar, at pápi tín hevur alkohol trupulleikar. Tað er altíð keðiligt at vera partur av eini familju, har annar av foreldrunum drekkur – í tínum føri pápi tín. Tað er ringt, tí at familjulívið […]

Føli meg tóma innan

Góða genta, Sum eg dugi at lesa, so hevur tú ikki havt tað so gott í eina tíð og hevur tí leita til dreingir, sum tú í dag hevur tað ringt við. Tú skrivar, at tú hevur verið fanga í einum etingarólagi fyri at sleppa av við tína pínu. Hetta er tíanverri nakað, sum rakar […]

Fuck fuck fuck…

Góða Tú, Tað er tíanverri øgiliga skjótt, at ein kemur til at gera okkurt, sum ein angrar tá ein er ávirkaður, hetta hevur tú tíanverri nú lært. Tú skrivar, at hetta er ein góð vinkona. Eftir øllum at døma er vinkonan særd og reagerar upp á tað, sum er hent. Tað er ílagi, at hon er […]

Eg vil hava eina broyting.

Góða 14-ára gamla genta, Fyrst vil eg leggja dent á hvussu djørv tú ert, tá tú skrivar til brævkassan á hendan hátt, og biður um hjálp. Tað ljóðar sum, at tú hevur upplivað nøkur ting, sum eru sera trupul hjá einum tannáringi at bera.  Tú nevnir, at foreldrini hjá tær eru ikki alkoholikarar, og tað […]

Misbrúk

Góða genta! Takk fyri brævið. Nú vita vit ikki rættiliga hvat misbrúk tú meinar við, og av tí sama, er tað eitt sindur torført at geva tær eitt greitt svar. Tá talan er um misbrúk, so eru nógv ymisk sløg, til dømis alkohol (øl, brennivín); eisini kann talan vera um sálarliga og kropsliga misnýtslu. Sálarlig […]

Depressión

Góða genta. Eg haldi tað vera best at tú roynir og stuðla vinkonu tíni, so gott tú kanst. Hetta kanst tú eitt nú gera við at siga við hana, at hon kann ringja til tín og at tit kunnu gera okkurt saman, tá hon fær hug at skera í seg. Sum tú sjálv eisini sigur, […]

Alkohol

Góða genta Tú spyrt um alkohol nýtslu.  Eg vil beinanvegin siga, at tú als ikki eigur at drekka nakað við alkohol í,  tú ert ov ung. Gransking hevur vist at eitt ungt likam verður meira ávirkað av alkoholi enn tá menniskja er fult búgvið.   Tað negativa árinið er størri tess meira kroppurin veksur og búnast,  tað […]

Babba er alkoholikari

Góða “Babba er alkoholikkari” Tað er ordiliga gott, at tú skrivar inn til okkara og greiðir okkum frá tínum trupulleikum. Eg skilji væl, at tú ert kedd um at pápi tín er alkoholikari, og at tú ert bangin fyri pápa tínum. Tað er skaðiligt fyri børn at búgva saman við foreldrum, sum drekka ov nógv, […]

Royking og drekking

Góða genta Tú hevur sanniliga stórar trupulleikar. Tað er vandamikið bæði at drekka og roykja tá ein bert er 12 ár, kroppurin hjá tær er enn i vøkstri og búnast,  tá er tað enn meira skaðiligt enn seinni i lívinum.  Tú stjelur, tað er kriminelt. Alt hettar gert tú einsamøll,  tí tú følir teg hataða, einsamalla. Her kanst […]

‘eitt av mínum problemum her í lívinum..’

Góða tú! Takk fyri brævið! Rúsdrekkamisnýtsla ávirkar alla familjuna, og tú dugir sera væl at lýsa, hvussu tað kann vera at hava ein pápa, sum drekkur ov illa. Tað er neyvan lætt at verða tú! Tá eg lesi títt bræv er tað serliga eyðkennandi, at tú følir teg kroysta, skammast av pápa tínum og hevur […]