Eg sleppi ikki av við skuldina

Góða genta, Takk fyri títt bræv. Tað ljóðar, at tú stríðist. Gott at tú setur orð á hvussu tað er at vera tú, soleiðis ber til at fáa lætt um og fáa tað betur. Tú ynskir uppmerksomheit og at kenna teg pena viðhvørt. Tað er heilt menniskjaligt og tað hava vit øll menniskju tørv á. […]

Nær endar tað?

Góða Tú Takk fyri at tú skrivar til okkum og fortelur okkum, hvussu trupult tú hevur tað. Og tað er eisini sera gott, at tú sigur systir tíni frá tí. Vit skilja, at tú ikki hevur tað gott í løtuni, og soleiðis eigur tað ikki at vera. Tá vit hava tað trupult, er tað altíð […]

Eg veit ikki hvat feilar

Góða tú, sum ikki veit hvat feilar Tá eg lesi títt bræv, lesi eg eisini at tú hevur fólk sum tú elskar og tú hevur góðar dagar 🙂 Men tú ert kedd. Tað er natúrligt og gott at reagera, um ein er keddur. Eg kundi hugsa mær at spurgt teg, hvat tað er fyri tankar […]

Eg orki ikki at Liva meira

Góða tú Takk fyri títt bræv. Eg eri so glað fyri at tú skrivar til okkum og biður um hjálp, tað er eitt flott stig at taka. Tað fortelur mær at tú er sterk og eg haldi at vit kunnu finna útav hesum saman. Um tú ringir til okkara á 116 111 so kunnu vit […]

veit ikki hvussu nógv er klárið avtrat

Góða Genta Fyrst av øllum, takk fyri títt bræv. Sum vit skilja tað, so hevur tú tað ikki lætt. Tú greiður frá at tú ikki hevur líka nógvar vinir, sum tú áður hevur havt, og at tú hevur gjørt skaða á teg sjálva. Tað er nógv sum bendir á, at tú ikki hevur tað gott […]

Eg veit ikki hvat eg skal gera

Góða tú Eg haldi at tað er ordiliga keðiligt at tú hevur tað so svárt, og at tú kennir teg so tunga í huga. Sum tú fortelur, so hevur tú søkt tær hjálp, við at tosa við heilsusystrina, og tit hava saman tosað við tíni foreldur, um hvussu hesin trupulleikin kann loysast, og tað er […]

Sjálvmorð

Góða Genta Tú sigur at tú einki hevur at liva fyri og at tú ert deprimera. Tá ið ein líður av tunglyndi (er deprimera) kann alt tykjast tungt, trist og einki vert. Men tunglyndi ella deprisión nýtist ikki at verða har altíð. Tað finnist góð hjálp at heinta. Ofta er tað sera góð hjálp, at […]

Sjálvmorðstankar

Góða genta. Tað er alt annað enn gott, at tú gongur aleina við sjálvmorðstankum. Eg vil ráða tær til at fortelja onkrum, ið tú hevur álit á, at tú ikki hevur tað gott, og at tú hevur hesir tankarnar. Hetta kann vera ein tryggleiki hjá tær, soleiðis at tú veitst, at onkur veit um tínar […]

Yvirvekt og rúsevni

Góða genta, tú skrivar um sjeikin hjá tær, sum hevur stórar trupulleikar av misbrúki av mati og fyri ein part alkoholi.  Eri samd við tær í , at honum tørvar professionella hjálp nú,  og at hann eigur at fara til sín  lækna. Misbrúk heldur oftast áfram og kann versna , um eingin roynir at steðga tí.  Tað nyttar ikki at […]