Tá tit byrja við massasjesøgunum
Tað er gott at byrja við massasju, so børnini síggja og uppliva, hvat tað er.
Tá børnini eru klár til at royna hetta, verða tey sett saman – aftur um hvørt annað. Barnið, ið situr aftast, leggur hendurnar á herðarnar hjá tí, ið situr frammanfyri.
Børnunum dáma væl eina massasju, um tey nóg ofta hava kropsligt samband við barnið, tey massera, men tað kann verða torført hjá smáu børnunum. Tí skulu tit hjálpa børnunum við at leggja eina hond á ryggin – og ikki flyta hana, hóast ein nýggj rørsla byrjar. Tann, ið verður masseraður, skal slappa av, blunda og lurta eftir søguni og tónleikinum og bara njóta massasjuna.
Les søgurnar samstundis sum tit greiða frá við rørslum. Tað kann vera torført hjá børnunum at tekna rørslurnar, men tað hevur einki at siga. Umráðandi er kropsliga sambandið og góða huglagið millum børnini.
Um tit lesa søgurnar, mæla vit til at hava róligan tónleik frá við ongum sangi. T.d. massasjutónleik úr fløguni í dagstovnakuffertinum.
Tá tit eru liðug við søguna, er tað gott, um børnini taka í hondina og hyggja hvørt uppá annað, og siga ávikavist “takk fyri massasjuna” og “takk fyri at eg kundi massera tín rygg”. Síðan býta tit um pláss, frásøgnin verður endurtikin, og hitt barnið fær nú massasju.
Um børnini skulu fáa eitt serligt upplivilsi úr massasjuni og fyri at skapa álit og trivnað, er tað umráðandi, at somu børnini massera hvørt annað í uml. ein mánaða við somu søgu og tónleiki.
Tey vaksnu seta børnini saman. Síðan skifta børnini um við onnur børn, fáa eina aðra søgu og møguliga eitt nýtt tónaverk.
“Eg havi nakrar sera lívligar dreingir, sum hava ringt við at fella til ró og sova. Tann, sum fær massasju, skal blunda. Men tá teir verða masseraðir og blunda, sær man at teir fella til ró.”
Tilvenjingar um tað er ov torført við massasjusøgunum
Burgaramassasja
Eitt barn liggur á einum teppi ella einum bleytum undirlag. Tann vaksni vegleiðir og vísir børnunum, hvussu rørslurnar skulu gerast, síðan gera børnini rørslurnar.
Soleiðis gera tit:
Breyðið verður snerkt
Lat hendurnar røra allan kroppin
Ketsjupp verður koyrt á
Lat fingrarnar røra allan kroppin
Sinnopur verður koyrt á
Prika allan kroppin við tveimum fingrum
Ristaður leykur verður stroyddur á
Spæl klaver við øllum fingrunum á øllum kroppinum
Tomat verður lagt á
Tekna stórar og smáar sirklar um allan kroppin
Búffurin verður koyrdur á
Trýst við eini flatari hond á kroppin
Breyðlokið verður lagt á:
Eitt barn leggur seg á burgaran sum eitt breyðlok. GG! Bert um tann, sum liggur niðastur ikki er minni enn tann, sum liggur uppiá.
Tit kunnu eisini brúka eina av hesum massasjusøgum.
Tak massasjuætlanina niður við at trýsta á myndina.