Mánasjúka, tann reyða, mens, mánaðarliga …
Her fært tú góð ráð og holla vitan um menstruatión. Fá ráð um hvussu tú kanst tosa um menstruatiónina, og hvat tú kanst gera, um tú hevur pínu í sambandi við menstruatión, ella um tú bløðir ígjøgnum.
Nær fáa gentur fyrstu menstruatiónina?
Gentur fáa sum oftast sína fyrstu menstruatión, tá ið tær eru um 10-14 ár. Tær flestu fáa hana, tá ið tær eru 12-13 ár. Summar fáa hana fyrr og aðrar seinni. Tað er heilt vanligt í báðum førum.
Hví eitur tað menstruatión?
Orðið menstruatión kemur úr latínska orðinum mensis, sum merkir mánaður. Menstruatión kemur nevniliga umleið eina ferð um mánaðin. Hon kann tó vera óreglulig tað fyrsta árið ella tey bæði fyrstu árini.
Í Føroyum verður hon eisini ofta rópt mánasjúka. Men leggjast skal upp fyri, at menstruatión er ikki ein sjúka, sum orðið leggur upp til, tí verður heitið menstruatión oftari nýtt.
Seks góð ráð um menstruatión
1. Hevur tú spurningar ella ivamál? Spyr, spyr, spyr!
Yvirhøvur hava gentur nógvar spurningar og ivamál um menstruatiónina. Og tað er ikki løgið, tí tað er ein stór broyting, sum genturnar skulu venja seg við, hvussu tað følist, og hvussu ein ber seg at.
Minst til, at tað er heilt vanligt at fáa menstruatión. Tú kennir heilt vist onkran, sum hevur hana. Eitt nú mamma tín, ein vinkona ella ein lærari. Royn og spyr tær til ráðs, um okkurt er, sum tú ivast í.
Veitst tú ikki, hvussu tú skal byrja samrøðuna, so royn leiðbeiningina her (https://bornetelefonen.dk/hvordan-taler-man-om-sin-menstruation/)
2. Hvat skal eg brúka, bind, tampong ella menstruatiónskopp?
Tað er sera ymiskt, hvat gentum dámar best at brúka, tá ið tær fáa menstruatión.
Tað er yvirhøvur lættast at byrja við bindi, tí bindið verður lagt í trussurnar. Bæði tampong og menstruatiónskoppur verða sett upp í móðurskeiðina og kunnu tí vera góðar loysnir, um tú skalt svimja ella fert ein túr oman á strondina.
Bind og tampong finnast í ymiskum støddum og hava ymisk súgvingarevni.
Hygg at pakkanum, har kanst tú lesa, hvussu nógv blóð bindið/tampongin sýgur, hvussu ofta tú skalt skifta bindið/tampongina, og hvussu tú brúkar tað.
3. Hvussu gert tú, um tú fært menstruatión í skúlanum, til ítrótt ella á setursskúlanum?
Tað kann vera gott at tosa við eina vinkonu um tað. Kanska kennir tú eina, sum eisini hevur fingið menstruatión, sum veit hvussu tað er?
Tú kanst eisini tosa við ein lærara um tað. Kanska tit kunnu gera onkra avtalu, sum fær teg at kenna teg meiri trygga? Til dømis um tú sleppur síðst í bað eftir venjing, ella at tú kanst siga frá, um tú fært menstruatiónspínu?
Mamma ella pápi tín kunnu eisini skriva ein lepa til læraran, um tú heldur tað vera ringt at siga tað sjálv.
Hevur tú fleiri ivamál, kanst tú fáa meira at vita um menstruatión her (https://bornetelefonen.dk/video/hvad-er-menstruation/)
4. Fært tú menstruatiónspínu? Royn at …
leggja teg á ryggin á gólvinum, og hav ein stól frammanfyri tær. Lyft beinini upp í ein rættan vinkul, og hvíl leggirnar á setrinum á stólinum. Anda djúpt ímeðan.
Rør teg. Gakk ein túr, íðka yoga ella ger onkrar venjingar heima.
Legg eina hitapútu á búkin.
Er pínan heilt ring, set teg í samband við læknan fyri at fáa hjálp.
5. Lær títt skifti (cyklus) at kenna:
Skriva í kalendaran hjá tær, nær menstruatiónin byrjar og endar.
Tað kann vera gott at kenna sítt skifti, tí tá veitst tú eisini, um menstruatiónin er reglulig, og so veitst tú eisini, nær tú kanst vænta, at hon kemur aftur.
Frá tíni fyrstu menstruatión kunnu ganga 1-2 ár, áðrenn hon verður reglulig. Hjá summum verður menstruatiónin ongantíð heilt reglulig.
6. Fært tú ikki menstruatiónina? Ella er hon nógv seinkað?:
Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, at tú ikki fært menstruatión. Kanska er hon ikki reglulig enn.
Nøkur viðurskifti kunnu eisini ávirka menstruatiónsringrásina. Eitt nú hørð venjing, slankikurar, etingarólag, strongd og nøkur sløg av heilivági.
Hevur tú havt samlegu uttan fyribyrging, er eisini møguleiki fyri, at tú ert við barn.
Ivast tú í, um tú ert við barn, ring til læknan ella tosa við ein sjúkrarøktarfrøðing. Tú kanst lesa meira um barnsburð her (https://bornetelefonen.dk/graviditet/)
Leiðbeining:
Hvussu tosi eg um menstruatión?
Hevur tú fingið menstruatión, men veitst ikki, hvussu tú skal siga tað? Ella hevur tú ikki fingið hana enn og hevur spurningar og ivamál um, hvussu tað er?
At fáa menstruatión er púra vanligt, og tað er gott at tosa um tað, um tú stúrir, hevur spurningar ella ivamál. Royn hesa leiðbeiningina, og fá góð ráð um, hvussu tú kanst byrja samrøðuna.
Hey,
Mamma, babba, navn á lærara ella vini
Eg havi …
- Fingið mína fyrstu menstruatión
- Ikki fingið mína fyrstu menstruatión enn
Tað hevði verið gott, um …
- hetta kundi verið millum okkum bæði
- vit kundu tosa um tað, tá ið ongin annar er her
- vit kundu tosa um tað í flokkinum, kanska bara genturnar
- vit kundu avtala, hvar vit hava bind ella tampongir
- tú segði tað við læraran hjá mær
- tú kundi skriva ein lepa til mín, tá ið eg skal hava ítrótt.
- tú kundi givið mær nøkur góð ráð.
Kærar heilsur,
Títt navn.
Ber til at stýra, nær tú fært fyrstu menstruatiónina?
Hevur tú ikki fingið menstruatiónina, men fegin vilt hava hana, kann vera, at tú hugsar, um tú kanst seta menstruatiónina í gongd, so hon kemur skjótari? Aðrar stúra kanska fyri at fáa fyrstu menstruatiónina og hugsa um, hvussu tær kunnu sleppa undan at fáa hana. Ella um hon kann útsetast?
Tú kanst ikki sjálv stýra, nær tú fært fyrstu menstruatiónina. Allir kroppar búnast ymist. Hon kemur, tá ið hon kemur.