Nær kann eg ringja?

Tú & Eg Ráðgevingin svarar telefonini (116 111) hvønn dag ímillum klokkan 10:00 og 15:00. Her eru ráðgevar, sum sera fegnir vilja hjálpa tær. Tú kanst fáa ráðgeving umvegis telefon, bræv ella kjatt.

Vit kunnu tosa saman og finna fram til, um tú skalt loysa tín trupulleika beinan vegin, ella um tú kanska skal tosa við okkum fleiri ferðir. Tað er sera týdningarmikið fyri okkum, at tú ikki ert einsamallur/einsamøll, um tú hevur brúk fyri einum vaksnum.

Minst til, at tú ALTÍÐ skal ringja 1-1-2 um tú ert í neyð.