Search
Close this search box.

Nú er vøggustovumappan klár

Tað er við gleði, at vit nú kunngera, at vøggustovu tilfarið (0-3 ár) kann keypast.

Betri vinir – Fri for Mobberi er eitt fyribyrgjandi átak ímóti happing. Málbólkurin er starvsfólk, børn og foreldur. Betri vinir byggir á fýra grundleggjandi virði: Tolsemi, Virðing, Umsorgan og Dirvi.

Í Føroyum er Betri vinir tilfar tøkt til børn í aldrinum 0-3 ár og 3-6 ár.
Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, ið ger tað lættari at styrkja barnafelagsskapin, skapa inkluderandi barnabólkar, og at fyribyrgja happing. Tilfarið er framleitt í vøkrum litum og er eggjandi, mennandi, stuttligt og einfalt at arbeiða við.

Afturboðanir frá starvsfólkum, ið arbeiða við Betri vinum, eru sera jaligar, umframt at gransking staðfestir, at miðvíst arbeiðið við Betri vinum gevur jaligt úrslit, ið eitt nú sæst aftur í at hesi børn í nógv størri mun vísa sínar kenslur. Teirra empatusku eginleikar mennast alsamt betri, tey gerast meira hjálpsom, styrkja um samanhaldi og mennast munandi í at handfara happing.

Vøggustovumappan fæst til keyps fyri 900 kr. Tey sum hava verið á byrjanarskeið, kunnu keypa mappuna beinleiðis.

Ynskir tú at koma á Betri vinir skeið og/ella keypa tilfar, ring 610140 ella skriva til okkara á betrivinir@barnabati.fo

Les meira á barnabati.fo/betri-vinir