Børnini samstarva um at fáa ein penn í ein kopp við at nýta bond
Ein samstarvsvenjing, har tað ikki er møguligt at loysa uppgávuna einsamallur. Børnini læra, at tað er ein felagsábyrgd, um tingini skulu eydnast í einum felagsskapi.
Soleiðis gera tit
- Koyr børnini í bólkar á 6-8
- Hvør bólkur fær ein kopp og ein penn við bondum, sum eru bundin á. Líka nógv bond sum tað eru børn í bólkinum. Bondini skulu vera uml 80 cm long frá penni til hond
- Koppurin verður settur á gólvið, og øll í bólkinum stilla seg í ein ring runt um
- Hvør barn heldur í einum bandi, sum er bundið fast til pennin
- Tú heldur penninum uppi yvir koppinum og metur um, hvør avstandurin er tann rætti fyri bólkin
- Bólkurin samstarvar um at fáa pennin niður í koppin við at hála bondini ymsar vegir
Aldursbólkur
Spælið er ætlað eldru børnunum í barnagarðinum og børnum í innskúlingini
Tit skulu brúka:
Hvør bólkur skal hava:
- Ein penn ella blýant
- Ein kopp, glas ella annað, sum ein pennur/blýantur kann fella niður í
- 6-8 bond á uml 100 cm, so tú hevur eitt sindur av binda við
Tips
Tað ber til at gera spælið torførari við eitt nú at skifta koppin út við eina fløsku ella við at biðja øll børnini uttan eitt blunda, so tey skulu vegleiða hvønn annan við orðum
Námsfrøðiligt endamál
Nýtið venjingina til at styrkja samstarvið, hugsavnanina og álitið millum børnini. Hetta eru týdningarmiklir liðir í arbeiðnum við barnafelagsskapum, sum eisini er ein partur av felags námsfrøðiliga grundarlagnum í námsfrøðiligu námsætlanini