Seinasta freist at søkja um jólahjálp er í morgin

6. des. 2019

Seinasta freist at søkja um jólahjálp er í morgin kl 14:00
Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá Barnabata www.barnabati.fo ella við at trýsta her.

Um tú hevur trupulleikar at fylla umsóknarblaðið út, ella hevur spurningar, so er møguligt at ringja til Barnabata fyri at fáa hjálp við hesum. Vit svara á telefon 522011 í dag frá kl 10:00 – 15:00 og aftur í kvøld frá kl 19:00 til 21:00. Tað ber eisini til at ringja til okkum leygardagin frá klokkan 10:00 til 14:00

Um vit fáa fleiri umsóknir, ið lúka fortreytirnar fyri at fáa jólahjálp, enn vit hava pening til, verður jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast.

Allir umsøkjarar fáa svar seinast 16. desember.