Ger ein mun!
Hevur tú hug at hjálpa ungum at finna fótafesti og at finna røttu kósina í lívinum?
So kanst tú gera mun sum sjálvboðin hjá Barnabata.
Yvirskipaða endamálið við Tú & Eg ráðgevingini og mentorskipanini, er at veita tvey upplýsandi, fyribyrgjandi og mennandi tilboð til tey, ið kunnu hava ymsar trupulleikar og sálarligar ampar at dragast við. Við vegleiðing frá sjálvbodnum, vera tey ungu stimbra og sjálvvirði og trivnaðurin mentur.
Faklig bakgrund:
Ráðgevarnir í Tú & Eg Ráðgevingini skulu hava viðkomandi útbúgving (námsfrøðingar, sjúkrarøktafrøðingar, heilsufrøðingar, sosialráðgevar, sálarfrøðingar, lærarar og onnur)
Eisini kunnu lesandi, sum eru væl áleiðis við sínum viðkomandi lestri, arbeiða sum ráðgevar.
Fyrimunurin við teimum ymisku fakbólkunum samla, er tað fakliga høga støði, samstundis sum tað skapar eitt spennandi og mennandi fakligt umhvørvi í starvsfólkahópinum.
Flestu ráðgevar hava eitt ynski um at hjálpa børnum og ungum, og ynskja eisini sjálvi at fáa okkurt burturúr.
Umframt at ein sum ráðgevi skal hugsa um, hví ein ynskir at verða ráðgevi, krevur hetta starvi, at ein hevur teir neyðugu menniskjasligu førleikanar. Tað merkir m.a., at ein er tilvitaður um tær ymisku uppalingar- og lívstreytinar, ið børn og ung hava.
Neyðugt er, at ein er tollyntur, og hevur innlivingarevni, samstundis sum ein má hava fjarstøðu til trupuleikarnar.
Sum ráðgevi eigur ein at vera til reiðar at møta børnum og ungum á ein opnan og fordómsfríðan hátt, og samstundis hava eina greiða kenslu av, hvar ein sjálvur stendur, og hvørjar veikar síður ein sjálvur hevur.
Yvirskipaða endamálið við mentorskipanini fyri ung, er at veita eitt upplýsandi, fyribyrgjandi og mennandi tilboð til tey, ið kunnu hava ymsar trupulleikar og sálarligar ampar at dragast við. Við vegleiðing frá sjálvbodnum mentorum, ið eru skúlað til endamálið, vera tey ungu stimbra og sjálvvirði og trivnaðurin mentur.
At vera ungur í 21. øld kann ofta tykjast vera avbjóðandi, og ein hevur ofta kenslu av at vera troyttur. Nógv krøv og nógvar væntanir eru til tey ungu. Foreldur vóna, at barnið fær sær útbúgving, lærarin væntar, at næmingurin fylgir væl við í hvørjum tíma, vinirnir vænta sítt, og samfelagið hevur síni áhugamál. Umframt hetta uppliva ung eisini persónligar avbjóðingar, so sum hjúnaskilnað, deyða, sjúku, hjartasorg, happing og einsemi. Allar hesar avbjóðingarnar eru við til at gera tað trupult at liva upp til øll krøvini, ið verða sett teimum ungu í dag.
Nógv megna ikki at fáa eina ungdómsútbúgving, tí tey mangla tann neyðuga stuðulin og álitið á, at teirra dreymar og mál kunnu gerast veruleiki. Nógvum ungum tørvar gott samskifti við vaksnar fyrimyndir. Endamálið við Mentorskipanini er at stuðla og eggja teimum ungu, tá ið ræður um útbúgving, arbeiði og frítíðarvirksemi.
- Ein Mentor hjálpir teimum ungu við teirra avbjóðingum við at stuðla og vegleiða.
- Ein Mentor hevur framíhjárættin at vera við til at hjálpa øðrum víðari í lívinum. Tey flestu, sum hava tikið ímóti tilboðnum um Mentor, síggja sín Mentor nakað sum ítróttafólk síggja sín venjara.
- Mentorsamstarvið snýr seg um at virða tann unga, at skilja umhvørvið hjá tí unga, og eisini at duga at lurta, eggja og at skapa álit.
- Tann persónligi Mentorurin er tøkur at hjálpa tí unga og kann eisini vera ein samstarvsliður við skúla, myndugleikar o.s.fr.
- Mentorskipanin snýr seg um meiri enn bara professionellu tilgongdina. Umframt tað gerandisliga arbeiðið er týdningarmikið, at tann ungi og mentorurin hava sosiala samveru. Tað kann t.d. vera við biografvitjanum, við at fara á kafé, við at vitja mentanartiltøk, listatiltøk ella við at fara til ítróttatiltøk.
- Mentorskipanin førir eisini við sær eitt sosialt trygdarnet, sum tann ungi kann hava gagn av, tá ið tað snýr seg um hjálp við t.d. umsókn um arbeiði, um starvslærupláss, hjálp við skúlatingum ella við hjálp til sosialar-, mentanarligar- og persónligar avbjóðingar.
- Mentorskipanin er við til at stuðla, eggja og at geva íblástur, tá ið tann ungi skal taka við teimum avbjóðingunum, ið gerandisdagurin hevur við sær – t.d. avbjóðingum í sambandi við útbúgvingarætlanir og framtíð hjá tí unga.
Mentorrnir eru sjálvbodnar eldsálir, og tað er ókeypis at fáa ein Mentor. Mentorskipanin rindar allar útreiðslur til tiltøk, túrar o.s.fr.
Ein kann søkja um at gerast Mentor. Eftir hetta verður umsøkjarin boðin til eina samrøðu, og síðan skal umsøkjarin taka eitt Mentorskeið, áðrenn hann er til reiðar at gerast Mentor. Síðsti liðurin er at finna eitt ungfólk, ið Mentorurin kann hava eitt gott samstarv við.
Tann ungi søkir um at fáa ein Mentor við at seta seg í samband við Barnabata. Tá ið tann ungi hevur verið til eina samrøðu við samskiparan, verður ein hóskandi Mentor funnin til umsøkjaran.
Mentorsamskiparin setur ein Mentor og ein ungan saman. Mentorurin og tann ungi hittast og tosa um væntanir hjá hvørjum øðrum, og hvat ið skal koma burtur úr samstarvinum teirra millum. Báðir partar skulu góðtaka hvønn annan, áðrenn arbeiðið kann fara í gongd.
Foreldur/verji hjá tí unga verða kunnað um avtaluna og skulu góðtaka samstarvið. Samstarvið er ætlað at vara í minsta lagi í 12 mánaðir.
Hvør kann fáa ein Mentor og hvør kann gerast mentor?
Øll ung í aldrinum 12-18 ár hava møguleika at søkja sær ein Mentor.
Ert tú 20 ár ella eldri hevur tú møguleika at søkja um at gerast Mentor.
Ger mun
Hevur tú hug at hjálpa ungum at finna fótafesti og at finna røttu kósina í lívinum?
Hevur tú hug at geva tínar lívsroyndir víðari?
Hevur tú tíð og orku at taka lut í einum gevandi felagsskapi?
So kanst tú gera mun sum sjálvboðin Mentor hjá Barnabata.
Kanst tú svara játtandi hesum viðvíkjandi?
- at duga at samskifta bæði konstruktivt og lagaliga
- at vera skipað/skipaður og hugsa í nýggjum samanhangum
- at hava innliving, tol og at vera rúmlig/rúmligur
- at kenna egin mørk og vita, hvat tú er før/førur fyri
- at savna teg um uppgávuna og vera opin fyri ráðgeving og vegleiðing
- at kunna brúka 1-2 tímar um vikuna til sjálvboðið arbeiði.
- at tú ert 20 ár ella eldri
Tilgongdin byrjar við einari samrøðu við Mentorsamskiparan, har tit tosa um væntanir og ætlanir. Eftir hetta tekur tú lut í einari byrjanartilgongd, ið verður tvey gerandiskvøld. Endamálið er at gera teg til reiðar og at geva tær amboð at brúka, tá ið tú byrjar sum Mentor. Hetta er við til at fyrireika teg og geva tær eina fatan av, hvat arbeiðið sum Mentor snýr seg um. Tú fært eisini innlit í, hvat virði liggur í arbeiðinum. Í byrjanartilgongdini verða eftirmetingar gjørdar av teimum persónligu og fakligu førleikunum hjá Mentornum.
Mentorsamskiparin velur ein ungan og ein Mentor, ið hann metir hóska saman. Hetta verður gjørt út frá tørvi og áhugamálum hjá tí unga. Báðir partar skulu góðtaka hvønn annan. Sum sjálvboðin hevur tú tagnarskyldu. Tagnarskyldan merkir, at tú hevur ikki loyvi at geva víðari persónligar upplýsingar – upplýsingar, ið eru givnir tær í trúnaði, hvørki um tann unga ella um hinar Mentorrnar. Øll sjálvboðin skulu vísa eina reina revsiváttan.