Search
Close this search box.

Sjálvskaði

Skaðar tú teg/cuttar tú teg?
Sjálvskaði er sera álvarsamt. Tí er tað umráðandi at tosa við onkran vaksnan um trupulleikan, so tú kanst fáa hjálp. Her kanst tú gera tær eina ætlan fyri, hvat tú kanst gera í staðin fyri at skaða teg, fáa góð hugskot og ráð um, hvussu tú kanst sleppa undan, at tað hendir aftur, og lesa brøv, sum børn hava skrivað.

Fimm góð ráð

1. Slepp tær av við tað, tú skaðar teg við:
Tað er umráðandi, at tú hevur eitt trygt og gott rúm. 

2. Finn tær okkurt at gera:
Hevur tú tørv á at skaða teg, royn so og hugsa um okkurt annað.
Leinkið niðanfyri gevur tær góð ráð um, hvat tú kanst gera í slíkari støðu.

Her eru nógv hugskot (https://bornetelefonen.dk/alternativer-til-selvskade/)

3. Fortel onkrum tað, tú kanst eitt nú siga:
“Eg vil gjarna fortelja tær okkurt, sum er ringt hjá mær at tosa um, tí havi eg brúk fyri, at tú lurtar”.
Hvønn vaksnan persón, hevði tú viljað tosað við? Ein møguleiki er at tosa við foreldrini, onkran í familjuni, lærara ella ein námsfrøðing á skúlanum, sum tú følir teg tryggan við.

Her fært tú nøkur góð ráð um, hvussu tað kanst siga frá. ((https://bornetelefonen.dk/fortael-noget-svaert/)

4. Legg tær eina ætlan, sum kann hjálpa tær við:
at vita, um tú kanst gera okkurt annað enn at skaða teg, tí tað kann lættliga blíva ein ringur óvani. Eitt gott hugskot er at gera tær eina ætlan fyri, hvat tú kanst gera í staðin, so tú sleppur undan at detta í sama mynstrið hvørja ferð.

Ger tær eina ætlan her (https://bornetelefonen.dk/handleplan-selvskade/)

5. Hevur tú ein vin við sjálvskaðandi atferð?:
Stuðla og hjálp tínum vini, um tørvur er á tí. Tær nýtist ikki at loysa trupulleikan. Tað sum er umráðandi, er, at tú lurtar.
Fortel honum, at tað er umráðandi, at hann fær hjálp frá einum vaksnum.
Tú kanst bjóða tínum vini at vera til staðar, tá ið boðað verður frá trupulleikanum.
Minst til at ansa eftir tær, fá tær eisini tann stuðul, sum tú hevur brúk fyri.

Finn tær okkurt annað, tú kanst gera í staðin fyri at skaða teg
Um tú gert skaða á teg, er tað umráðandi at tosa við ein vaksnan um tað, so tú kanst fáa hjálp. Tað er gott at hava ymisk áhugamál, ið kunnu fáa teg burtur frá tankanum um at skaða teg. 

Her eru nøkur góð ráð og hugskot um, hvat tú kanst gera: 
Minn teg á, hvat plagar at gera teg í góðum lag.
Fortel einum vaksnum, sum tú følir teg tryggan við, hvussu tú hevur tað.
Renn tær ein túr, ella ger onkrar venjingar í kamarinum
Skriva í dagbókina hjá tær
Skriva eitt bræv til onkran fá hjálp til hvussu her (https://bornetelefonen.dk/skriv/)
Tekna ein firvald á staðið, har tú hevði gjørt tær skaða
Gakk tær ein túr 
Hyggja at onkrari góðari sjónvarpsrøð 
Fá tær eitt heitt bað
Hugna tær saman við einum vini ella onkrum í familjuni
Ring til ein góðan vin
Set teg at mála ella tekna 
Fá kenslurnar út við at sláa ella rópa í ein kodda
Lurta eftir góðum tónleiki

Ger tær eina ætlan

Hvørjar støður geva tær hug til at skaða teg?
Tað kann vera gott at fáa greiðu á hvørjar støður tað eru, sum geva tær hug til at skaða teg. Hesar støður kunnu millum annað vera:

  • Óvinur við foreldrini
  • Einsemi
  • Happing
  • Lágt sjálvsvirði
  • Angist
  • Annað

Skriva tær hetta niður.

Hvat kanst tú gera í staðin?: 

Tá tú hevur hug at skaða teg, er tað gott at hava okkurt annað at taka til. Okkurt sum er lætt, og sum tær dámar at gera. Niðanfyri eru nøkur hugskot.

Lesi eina bók
Hyggi at einum filmi ella einari røð
Lurti eftir tónleiki
Gangi mær ein túr
Eri saman við einum vini
Spæli okkurt spæl
Geri andaøvilsi
Eri saman við einum kelidjóri
Fái mær ein drekkamunn
Fari út at renna
Tekni ella máli
Geri mat ella baki
Fái mær eitt heitt bað

Okkurt heilt annað? Skriva tað niður.

Skriva tær niður, hvat tú kanst gera ístaðin fyri at skaða teg.

Hvønn kanst tú ringja til?
Tað er gott at hava onkran at tosa við. Hetta kann til dømis vera eitt vinfólk, ein lærari ella tíni foreldur. Tað týdningarmesta er at tað er onkur tú hevur álit á.

Skriva tær nøvnini og telefonnummur niður hjá teimum, sum tú kanst tosa við tá tú hevur hug at skaða teg.

Hevur tú ongan at tosa við, kanst tú seta teg í samband við Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111. Tað er ókeypis, og so ert tú dulnevndur persónur. 

Mýtur um sjálvskaða
Nógvar eru mýturnar um, hví ein velur ein skaða seg. 
Her eru fimm mýtur. Les tær, og ver við til at avlíva tær.

Kennir tú til hesar fimm mýturnar um sjálvskaða?

Mýta 1:

“Tað verður bara gjørt fyri at fáa uppmerksemi”
Orsøkin til at tú skaðar teg, er ofta grundað á keðiligar tankar, sum tú gongur og stríðist við. Tað kann vera tekin um, at tú hevur ilt við at biðja um hjálp. Tað er vanligt at, ein, sum skaðar seg, skammast so nógv av sær sjálvum, at hann fjalir tað. Tað sera umráðandi tosa við onkran, um tú skaðar teg.

Mýta 2:

“Tú cuttar teg, tí tú vilt gera sjálvmorð”
Ein kann fáa afturkomandi tankar um sjálvmorð, tá ið lívið kennist tungt og vónleyst. Hinvegin, um tú skaðar teg, snýr tað seg ofta um, at tú vilt sleppa burtur frá teimum keðiligu tonkunum, ikki at tú ætlar at taka títt egna lív.

Mýta 3:

“Um tú vilt, kanst tú lata vera”
Tað kann vera, at tú vilt steðga, men veit ikki hvussu. Tí kann tað vera neyðugt at fáa neyðugu amboðini til, hvussu tú kanst gevast við at skaða teg.
Her eru nøkur góð ráð:
Ger tær eina ætlan https://bornetelefonen.dk/handleplan-selvskade/
Ein leiðbeining um, hvat kann hjálpa tær (https://bornetelefonen.dk/selvskade-guide-til-hvad-der-kan-hjaelpe/)
Finn tær okkurt annað at gera (https://bornetelefonen.dk/alternativer-til-selvskade/)
Tekna ein summarfugl (https://bornetelefonen.dk/tegn-en-sommerfugl/)

Mýta 4:

“Bara gentur skaða seg”
Tað eru ikki bara kvinnur, ið skaða seg. Dreingir gera tað eisini.

Mýta 5:

“Skaðar tú teg, mást tú leggjast inn á sjúkrahúsi”
Tað eru nógvar grundir til, at ein skaðar seg. Summi hava sálarligt brek, og onnur hava eitt keðiligt skifti og hava hug at skaða seg. Tí eru tað eisini ymsir mátar, ið kunnu hjálpa tær.

Her er ein leiðbeining um, hvat kann hjálpa tær
Skaðar tú teg, er tað umráðandi at tú fortelur onkrum vaksnum um tína støðu, so tú kanst fáa hjálp. Her kanst tú fáa hjálp til at finna útav, hvat grundir kunnu vera til sjálvskaða, og hvussu tú kanst koma víðari. 
Hvør er atvoldin til, at tú skaðar teg, og hvat kanst tú gera fyri at koma burtur úr tí?
Um tú veitst, hvørjar kenslur ella støður geva tær hug til skaða teg, er tað gott at vísa hesum støðum serligan ans, so tú lættari kanst sleppa undan at hetta endurtekur seg.

Í ringum lag?
Hugsa um, hvat plágar teg. Er tað skúlin, okkurt keðiligt heima, ella hevur tú tankar, tú stríðist við? Tað er umráðandi at tosa við onkran, um tú ert í ringum lag. Hvønn tú vilt tosa við, tá tú ert í ringum lag? Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111.

Bangin ella stúrin?
Ert tú til dømis bangin fyri, at onkur fremur harðskap ímóti tær, er tað umráðandi at fáa hjálp frá onkrum vaksnum. Tað kann vera, at tú gongur við einum ótta, sum tú ikki ordiliga kanst forklára. Tí er tað gott at tosa við onkran um tað.
Tú kanst byrja við at siga: “Eg veit ikki hví, men eg gangi við einum ótta, sum eg gjarna vil tosa við teg um. Tú kanst eisini lesa meira um evnið her (https://bornetelefonen.dk/bange-utryg-angst/)

Vreiði
Vreiði er ein kensla, tú kanst fáa, um tú onkursvegna følir teg at vera órættvísi. Tað kann vera tekin um, at okkurt ikki er, sum tað skal vera. Hugsa teg um, hvat tað er, sum fær øði í teg, og tosa við onkran vaksnan, sum tú følir teg tryggan við, um trupulleikan. Tú kanst eisini royna at rópa ella sláa í ein kodda og vita, um tað hjálpir upp á vreiðina, ella far út renn tær ein túr.

Einsemi
Følir tú einsemi, tí tú ongan vin hevur í skúlanum, kanst tú byrja við at finna tær okkurt ítriv e.l., sum tú kanst fara til eftir skúlatíð.
Tú ert altíð vælkomin at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina, so vilja vit fegin hjálpa tær. Eingin má ganga og føla seg einsamallan.

Skuldarkensla ella skomm
Vit ganga ofta við eini skuldarkenslu og skomm, sum vit ikki tora at tosa um. Vit halda ofta, at støðan er nógv verri, enn hon í veruleikanum er. Onnur kunnu eisini fáa teg at føla skuldarkenslu av onkrum, hóast tú einki skeivt hevur gjørt. Tað hjálpir at tosa við onkran um, hvat fær teg at skammast. Følir tú, at tað er for ringt at tosa við onkran, sum tú kennir, um støðuna, kanst tú seta teg í samband við Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111. Tað er ókeypis, og dulnevni er ein møguleiki. 

Tá ið trupulleikar eru í familjuni
Eru trupulleikar heima, ið fáa teg í ringt lag. Tað kann vera, at foreldrini skeldast í heilum, skulu skiljast, ongantíð eru heima, ella taka allar avgerðir fyri teg. Tosa við onkran um tað. Tað kann vera við ein lærara á skúlanum, námsfrøðing, ella kanska eitt vinfólk hjá foreldrunum. Fortel um støðuna heima, og hvat tað er, sum fær teg í ringum lag. 

Brúk fyri tamarhaldi á kenslum
Hugsar tú um at skaða teg fyri at merkja tamarhald á kenslunum, er umráðandi, at tú fært hjálp. Tað kann vera, at tú hevur trupulleikar heima, sum tú ikki megnar at hava tamarhald á ella gongur við eini kenslu av, at øll eru betri enn tú. Hugsa teg fyrst um, hvat tað er, tú følir, tú ikki hava tamarhald á, áðrenn tú hugsar um at skaða teg, Tað er umráðandi, at tú fortelur onkrum vaksnum um støðuna. Um hugurin at skaða teg, fyllir ov nógv, vita um tað hjálpir at rudda upp í tínum tingum, seta bøkurnar upp á pláss ella mála í eini mandalas bók.

Tá ið vit ikki føla, at vit eru nóg góð
Fólk við sjálvskaðandi atferð hava ofta eina kenslu av ikki at vera nóg góð.
Er happing ein trupulleiki, er tað umráðandi at biðja um hjálp, so happingin verður steðgað skjótast gjørligt. Tosa við onkran um tað, at tú hevur hevur lágt sjálvsvirði. Tað er umráðandi at minnast til, at eingin er perfektur. Tað, sum vísir seg á sosialu miðlunum, er ein skeiklað mynd av veruleikanum. Øll duga okkurt, vita um tað er okkurt, tær dámar, sum tú vilt hava skal fylla meiri í tínum gerandisdegi.

Eg geri tað, tí eg vil vera sum hini í mínum vinabólki
Hevur tú vinir á netinum, sum skaða seg, er tað umráðandi at hava í huga, at teir hava brúk fyri hjálp. Tí skalt tú ongantíð gera nakað, sum tú veitst er skeivt, bara fyri at vera ein partur av felagsskapinum. Ver heldur tann, ið steðgar tí.

Tá ið onnur ikki skilja meg
Tað kann kennast ørkymlandi og einsligt, tá onnur ikki skilja teg og tína støðu. Tá er tað gott, at tú tosar við onkran, sum tú kennir, um tað. Tað kann vera, at fólk rundan um teg ikki skilja, hvussu tú hevur tað. Viðhvørt er neyðugt at siga tingini fleiri ferð. Tú kanst skriva tingini niður, um tann vaksni ikki skilir, hvat tað er, tú roynir at fortelja. Hevur tú ongan at tosa við, kanst tú seta teg í samband við Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111. Tað er ókeypis, og so ert tú dulnevndur persónur. 

Kyn