522011
Valmynd
Betri vinir Byrjanarskeið

Byrjanarskeið

12.500 kr. Ráðleggingardagur: (eksl. høli, mat) – Felagsskeið (inkl. høli, mat) 1.200 kr

Alt tit hava brúk fyri at vita til at kunna byrja arbeiði við Betri vinir – Fri for Mobberi. Byrjanarskeiðið gevur tykkum grundleggjandi innkomu um tankarnar við ætlanini, og hvussu tit ítøkiliga kunnu fyribyrgja happing við at nýta Betri vinir.

Tit fáa m.a.:

  • Teoretiska vitan um nýggja happisjónarmiðið
  • Praktiska innføring i Betri vinir-tilfarið.
  • Vitan um og tól til at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing.
  • Vitan um hvussu tit arbeiða við teimum trimum málbólkunum: børn, foreldur og tykkum sjálvi sum fakfólk.

Skeiðið tekur 7 tímar, og vit arbeiða til skiftis millum upplestur, praktiskar royndir og reflektión yvir, hvussu vit implementera innihaldið í dagliga námsfrøðiliga arbeiðinum.

Tilmelding ella fyrispurninga.
Vinaliga set teg í samband við
Rúnu Ingunardóttir, samskipara
runa@barnabati.fo
532011

Betri vinir Kveikjandi skeið

Kveikjandi skeið

6.900 kr. fyri stovnin (3 tímar)

Hava tit verið á byrjanarskeiði, og kundu tit nú hugsað tykkum eitt kveikjandi skeið?
Betri vinir kveikjandi skeið kann samansetast eftir tykkara tørvi. Tit eru hjartaliga vælkomin at ringja ella skriva til okkum, so kunnu vit koma nærri at tykkara tørvi. Kundu tit til dømis hugsað tykkum at vita meira um implementering, tey 4. virðini í gerandisdegnum, tað góða barnaumfarið ella góð hugskot um, hvussu tit kunnu menna tykkum víðari? Skeiðið tekur 3 tímar og er samansett eftir tykkara tørvi.

Tilmelding ella fyrispurninga.
Vinaliga set teg í samband við
Rúnu Ingunardóttir, samskipara
runa@barnabati.fo
532011

Betri vinir Foreldrasamstarv

Foreldrasamstarv

Til fakfólk: 1,5 tímar. 4.800 kr. fyri stovnin.

Soleiðis taka tit foreldrini uppí trivnaðararbeiðið.

Foreldur eru ein týdningarmikil málbólkur, tá ið vit tosa um at styrkja tann góða barnafelagsskapin og ger sítt til at skapa eina góða og inkluderandi mentan.

Hetta skeiðið gevur nýggjastu teoretisku vitanina um foreldrasamstarv og gevur konkret boð uppá, hvussu tit kunnu motivera foreldrabólkin, og hvørjir aktivitetir tit kunnu brúka.

Til foreldur: 1,5 tímar. 4.800 kr. fyri stovnin.

Happing fer yvirhøvur fram uttanfyri heimið hjá barninum á einum stað, har mann sum foreldur ikki fær kontrollerað, um barn teirra verður happað, ella tað happar onnur.

Kortini hava foreldur stóra ávirkan á sosiala lívið hjá barni sínum. Vit viðmæla, at stovnurin, bíleggur skeiðið Foreldrasamstarv  – Til Fakfólk 1,5 tímar, áðrenn tit bíleggja skeiðið til foreldur.

Tilmelding ella fyrispurninga.
Vinaliga set teg í samband við
Rúnu Ingunardóttir, samskipara
runa@barnabati.fo
532011

Betri vinir Rútmu- og rørsluætlan

Rútmu- og rørsluætlan

6.900 kr. fyri stovnin.

Tað skal vera stuttligt at basa happing. Hetta er eitt skeið, her øll tey vaksnu skulu spæla spøl í barnahædd. Tvs. ikki bara lesa um tað. Børn læra eisini gjøgnum rørslur og tónleik, og í tryggum umhvørvi kunnu tey styrkja sínar sosialu royndir gjøgnum tónleik og rútmuspøl. Hetta skeiðið tekur 3 tímar og er fyri øll. Tað krevur ongar royndir við rútmu ella sangi.  Málið fyri skeiðið er at geva tykkum hug til at brúka rørsluætlanina hjá Betri vinum.

Tilmelding ella fyrispurninga.
Vinaliga set teg í samband við
Rúnu Ingunardóttir, samskipara
runa@barnabati.fo
532011

Betri vinir dagstovnakuffertið (3-6 ár)

Betri vinir dagstovnakuffertið (3-6 ár)

2.000 kr. fyri hvørt kuffert.

Kuffertið hevur tilfar til børn, fakfólk og foreldur.

Innihald

  • Bamsa (Ein handskadukka), eydnudjór hjá Betri vinir. Bamsa er felags hjá stovuni.
  • 20 smáar persónligar bamsur.
  • Námsfrøðilig hefti um ástøði, praksis og virksemi
  • Vegleiðing á dvd
  • 16 Samrøðutalvur (tekningar á forsíðuni, uppskot um spurningar á baksíðuni)
  • Massasjuætlan “Tann, mann nertur við, happar mann ikki”
  • Rørsluhefti (63 síður við ymsum søgum og spølum)
  • Fløgan: Tað er gott at hava vinir (11 sangir)
  • Náttúruhefti “Felags í náttúruni”
  • Kjakkort til fakfólk og foreldur
  • Bók “Bamsan hjá Robertu”
  • Ráð til foreldur (brøv + plakatir)
  • Postkort
  • Klistrimerki
  • Atgongd til ókeypis tilfar á heimasíðu okkara
Relatiónsførleikar

Relatiónsførleikar

6.900 kr. fyri stovnin.

Blívið tilvitað um, hvønn leiklut tín egni relatiónsførleiki hevur at siga í sambandi við sosialu og persónligu menningina hjá barninum. Hetta skeiðið er eitt samstarv millum ICDP og Betri vinir. Upp á 3 tímar fáa tit grundleggjandi vitan um relatiónsførleikar, og tit fara heim við konkretum tólum til, hvussu tit kunnu menna tykkara arbeiði við relatiónum.

Tilmelding ella fyrispurninga.
Vinaliga set teg í samband við
Rúnu Ingunardóttir, samskipara
runa@barnabati.fo
532011

Egnir Relatiónsførleikar. ICDP 1. stig

Egnir Relatiónsførleikar. ICDP 1. stig

Málbólkar fyri skeiðið, heystið 2019

Opin bólkur:
kr. 8.700 kr. fyri hvønn luttakara (íroknað høli og mat). Henda opna útbúgvingin er ætlað námsfrøðingum, lærarum, stuðlum og hjálparfólki. Kunngjørt verður seinni, nær skipað verður fyri skeiðum stílað øðrum fakbólkum. (pláss til 18 persónar)

Lukkaður bólkur
Kostnaður: kr. 120.000,- fyri ein bólk. (ikki íroknað høli og mat)
(Í mesta lagi 18 persónar) Námsfrøðingar, lærarar, stuðlar og hjálparfólk o.l.
Tíð og stað eftir avtalu.

Við í prísinum er bók, undirvísingartilfar og atgongd í eitt hálvt ár, frá tí at útbúgvingin er lokin, til Kursus Appén Relatuz, sum savnar videobrot, notur og venjingar.

Útbúgvingin fevnir um

  • granskingargrundað ástøðir (serliga úr menningarsálarfrøði og positivari sálarfrøði), sum vísa á relatiónina sum grundarstein undir læring, menning og trivnaði.
  • greining og grundan um, hvussu tín refleksiva sjálvtilvitan og sensitivitetur mennast í samanspælinum við onnur.

Útbúgvingardagar
Undirvíst verður í bólkum við í mesta lagi 18 luttakarum. Tað verða 6 undirvísingardagar, býttir út á eitt hálvt ár. Undirvísingin fevnir eisini um ymist verksetanarvirksemi og arbeiði og greining av videobrotum.
Undirvísingin fer fram í Norðurlandahúsið, allar dagar frá kl. 9.00 til 15.15.

1. dagur: Innleiðsla í ICDP. (Opin bólkur: 10.09.2019)
2. dagur: Resursuorienterað kollegialt feedback. (Opin bólkur: 24.09.2019)
3. dagur: Tann kensluliga samrøðan. (Opin bólkur: 22.10.2019)
4. dagur: Tann meiningsskapandi samrøðan. (Opin bólkur: 07.11.2019)
5. dagur: Tann leiðbeinandi samrøðan. (Opin bólkur: 26.11.2019)
6. dagur: Professionellur relatiónsførleiki. (Opin bólkur: 10.12.2019)

Tín úrtøka
Við hesi góðkendu útbúgvingini verður miðað eftir at menna tínar professionellu relatiónsførleikar, so tú fært:

  • betri førleikar at eygleiða, lýsa og greina samanspæl
  • betri teoretiska fatan av tí relatións- og resursuorienteraða arbeiðinum
  • størri tilvitan og kenslusemi við atliti at samanspæli við borgarar og starvsfelagar

Undirvísararnir eru góðkendir lærarar úr venjaratoyminum hjá Dansk Center for ICDP.

Undirvísingartilfar
Bókin “Professionel Relationskompetence”, Anne Linder 2016, Dafolo, er íroknað kostnaðin.

ICDP Skil barn títt betri

Skil barn títt betri

Stimbra tað góða samspælið í familjuni
Barnabati bjóðar nú familjum á skeið um tað góða samspælið millum børn/ung og foreldur. Á skeiðnum nýta vit talgild amboð, og vit viðgera átta tættir í góðum samspæli – felagsmálið, sum vit brúka til at greina og skilja samspæl.

Yvirskipað endamál
Hóast vit elska hvørt annað, kann familjulívið vera torført. Tað yvirskipaða endamálið við skeiðnum er stuðla foreldrum í at megna foreldraleiklutin við gleði og stoltleika. Við góðum samspæli í familjuni geva vit børnunum og okkara ungu bestu fyritreytir at læra, spæla og mennast.

Málbólkur

Tilboðið er ætlað øllum familjum – frá nýklaktum foreldrum til foreldur við tannáringum ella familjur, ið hava brúk fyri eyka stuðli og vegleiðing. Aldurin á børnunum hevur ongan týdning. Tann yvirskipaða meginreglan er, at familjuni stendur í boði at vera við í einum bólki, har ið børnini í mestan mun eru javngomul við børnini hjá familjuni sjálvari. Býtt verður upp í bólkar eftir aldri, og einar fimm familjur verða í hvørjum bólki (10-12 persónar tilsamans).

Háttalag

ICDP – ICDP stendur fyri International Child Development Program og er eitt háttalag, sum tekur støði í royndunum hjá familjunum sjálvum og týdninginum av:

    • Góðum sambondum
    • Eitt tilfeingissjónarmið
    • Egnar hugleiðingar hjá foreldrunum

Tilfar

Øll tilgongdin er talgild. Tað vil millum annað siga, at vit brúka sjónbandagreiningar. Gott hevði verið, um luttakararnar hava dagførdan teldil ella snildfon. Við at brúka serstakar appir, framleidd til endamálið, verða tær góðu løturnar, myndir og sjónbandaupptøkur varðveittar. Hevur luttakarin ikki atgongd til teldil, fær viðkomandi ein til láns frá Barnabata, meðan skeiðið er.

    • Hefti: Tað góða samanspælið
    • Postkort: Við teimum 8 spælievnunum
    • Dashboard við serligum modellum

Skeiðið

Tilgongdin er samansett av 5 møtum upp á tveir og ein hálvan tíma hvørt, og væntað verður, at luttakararnir eru virknir millum hvønn frálærutíma, har tey samla tær góðu løturnar og taka sjónbandaupptøku av sínum samspæli við síni egnu børn. Undirvísingin er frá klokkan 18:30 til 21:00 hesar dagar:

1. dagur: Framløga um ICDP og hitta hvønnannan.
2. dagur: Sólskinsløtur og tann kensluliga samrøðan.
3. dagur: Sólskinsløtur og tann meiningsskapandi samrøðan.
4. dagur: Sólskinsløtur og tann vegleiðandi samrøðan.
5. dagur: Endi.

Bólkurin fær bjóðað eitt framhaldsskeið 2 mánaðir eftir, at skeiðið er liðugt.

Vilt tú frætta meira og tekna teg til skeiðið ella tosa við okkum um tað góða samanspælið? So kanst tú seta teg í samband við ICDP-venjaran og vegleiðaran, Ugur Kevioglu, og avtala eina tíð og frætta nærri um, hvat ið tú kanst fáa burturúr skeiðnum. Vit kunnu eisini ringja ella skriva til tín.

Framløgur

Framløgur

Barnarættindi
Barnabati bjóðar framløgur um barnarættindi. Um hvussu vit kunnu arbeiða við ymsu greinunum í ST-barnarættindasáttmálanum innan skúla- og dagstovnagátt.

ICDP
Relatión í fokus – Vit bjóða framløgu um relatiónir við støði í ICDP. Framløgan lýsir týdningin av arbeiðinum við relatiónum í sambandi við menning hjá børnum og eina presentatión av ICDP, herímillum tey átta evnini um gott samspæl, ið er ein partur av mannagongdunum, nýttar í ICDzP, har arbeitt verður við at byggja upp gott samband við onnur menniskju.

Tak niður faldara um skeiðvirksemi hjá Barnabata

Tak niður her

Rým til YouTube