Search
Close this search box.

Smáprát

Ven teg við smáprát
At byrja eina samrøðu ella at hava eitt “hugnaprát” uttan nakað ávíst evni, kann ofta vera ringt, men tað er tíbetur nakað, sum tú kanst venja teg við.
Smáprát kann vera byrjanin til eina góða samrøðu, og sum frá líður kann tað birta uppundir nýggj vinaløg.
Tú skalt kanska byrja í einum nýggjum flokki og vilt fegin fáa fólk at dáma teg, ella vilt tú bara duga betri at hava eitt hugnaprát við fólk, tú longu kennir.
Hvat sigur tú við ein, sum tú so fegin vilt vera vinur við? Hvat kanst tú spyrja um, og hvussu sleppur tú undan at fara í panikk? Fá nøkur góð ráð frá øðrum ungum fólkum her:

Genta, 14 ár
Lurta eftir teimum, tú vilt tosa við, so tú veitst, hvat tú skalt tosa við tey um. 
Síðan kanst tú nevna okkurt, sum tú heldur vera áhugavert og flætta tað upp í samrøðuna.

Drongur 13 ár
Um tú situr í bussi saman við onkrum, kanst tú spyrja, hvagar viðkomandi skal.

Genta 14 ár
Eini góð ráð við smápráti er at spyrja um lívssøguna hjá persóninum, ella spyrja hvussu nógv systkin viðkomandi hevur.
Vónandi kunnu tit brúka míni ráð.

Genta 14 ár
Minst til: Tú skalt ikki broyta teg fyri nøkrum. Sama um tú hevur øðrvísi stíl, ert single, ella følir teg einsamalla, so ert tú tann, tú ert, og tað er eingin, sum kann broyta tað.

Genta 14 ár
Tú kanst tosa um tað, tú sært, til dømis um tú ert úti og gongur, kanst tú tosa um veðrið, ella um tú ert í einum rúmi við myndum á vegginum, kanst tú tosa um myndirnar, og hvat tú heldur um tær.  

Genta 15 ár
Álvaratos! Slappa bara av og minst til, at persónurin, tú tosar við, helst er líka nervøsur sum tú. Spyr um áhugamál ella okkurt, tú heldur vera spennandi. Við erligheit kemur tú longst.

Genta 11 ár
Spyr um familju og vinir, og hvat tey gera í síni frítíð. Tú kanst eitt nú siga, at persónurin riggar væl, hevur penan klædnastíl, ella at tú ynskir honum ein góðan dag.
Vónandi kann hetta hjálpa tær í framtíðini.

Drongur 14 ár
Tosa um onkra sendirøð, sum tú hyggur at, ella um onkran film, tær dámar.

Genta 14 ár
Vilt tú fegin seta teg í samband við onkran, kanst tú spyrja, um tú kanst sita við síðuna av persóninum. Tú kanst spyrja um áhugamál og ítriv, og so líðandi hava tit fingið eina samrøðu í lag.

Genta 13 ár
Byrja við eini lættari samrøðu. Tú kanst til dømis spyrja, um tit hava skúlating fyri, ella spyr, hvussu tað gekst við fótbóltsdystinum.

Drongur 16 ár
Tú kanst altíð koma við einum einfaldum spurningi, til dømis hvat yndisliturin ella lívrætturin er, og útfrá hesum kanst tú byggja víðari til eina samrøðu.
Ein spurningur, sum eg haldi riggar væl, er at spyrja hvønn yndistónleik viðkomandi hevur, tí tú kanst fáa eina samrøðu burturúr tí, óansæð um tú kennir tónleikin ella ikki.
Ver altíð tú!

Genta 14 ár
Tú kanst leggja fyri við smápráti og spyrja um systkin, hvat persóninum dámar at gera, yndisrætt, klæðir o.s.fr.

Genta 17 ár
Tú skal ikki vera bangin, um tú stendur í stað, tað er púra vanligt.

Hevur tú brúk fyri nøkrum góðum ráðum, kanst tú skriva ella ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111. 

Leiðbeining:

Skriva tað til onkran
Hevur tú ilt við at boða frá, kanst tú fáa hjálp til at skriva eitt bræv til onkran, tú følir teg tryggan við. Eitt bræv kann vera tín máti at biðja um hjálp.

Skriva eitt bræv
Viðhvørt kann tað vera lættari at skriva tingini niður í staðin fyri at siga tað við onkran andlit til andlits. Her kanst tú skipa eitt bræv, sum tú kanst senda til persónin, sum tú vilt, skal hjálpa tær. 

Spurningarnir kunnu hjálpa tær at seta orð á tingini.

Til ________________________

Eg havi ein trupulleika, sum er ringur at tosa um. Tí havi eg brúk fyri tínari hjálp.

Tað snýr seg um ________________________________

Gev eitt dømi um hvat tað er tað snýr seg um.

Kom við fleiri dømum, um har eru fleiri. Tú kanst skriva tey niður her. Hetta kann gera sítt til, at persónurin betur skilir, hvussu tú hevur tað.

Her eru nøkur uppskot til hvat tú kanst skriva móti endanum av brævinum, tá ið tú hevur brúk fyri hjálp (ikki er neyðugt at velja nøkur av hesum):

  • Tað hevði verið deiligt, um tú tosar við míni foreldur fyri meg.
  • Eg vil fegin tosa við teg. Men tað skal vera tú, sum byrjar samrøðuna.
  • Tú mást einki gera við trupulleikan, fyrr enn tú hevur tosað við meg.
  • Eg vil fegin hava, at tú fært tey at gevast við at plága meg.

Eg líti á teg og havi brúk fyri tínari hjálp.

Heilsan _______________

Kyn