Hevur tú mist ein av tínum kæru, og syrgir tú?
Øll kunnu verða rakt av sorg. Tað kann vera at ein, tú kennir væl, blívur álvarsliga sjúkur, er fyri bilvanlukku ella í ringasta føri doyr. At arbeiða við sorg kann vera drúgt.
Her á síðuni, kanst tú fáa nøkur góð ráð um sorg
Tosa við onkran
Fylla tankar og ótti ov nógv í gerandisdegnum, er umráðandi, at tú tosar við onkran vaksnan um tað. Tú kanst tosa við onkran í familjuni, ein lærara ella námsfrøðing. Tú kanst eitt nú spyrja:
“Fer gerandisdagurin nú at verða øðrvísi, enn hann hevur verið?”
“Hvat skal eg gera, tá ið sorgin og saknurin leikar harðast á?”
Ger tær til ein vana, hvussu og nær á degnum tú vilt minnast tann, tú saknar
Lurta eftir einum sangi, ella hygg at einum filmi, sum minnir teg um persónin, tú hevur mist.
Tendra eitt ljós ella tosa við persónin, tú saknar, áðrenn tú leggur teg at sova.
Ger eina minningarbók við myndum og tingum, ið minna teg á persónin.
Skriva eitt bræv til persónin, tú hevur mist. Skriva alt niður, sum tú hevði viljað sagt, hevði persónurin livað.
Fá tær ein steðg frá sorgini
Minst til at gera okkurt, tær dámar, so tú kanst koma burtur frá sorgini eina løtu.
Tú kanst eitt nú hugna tær við tínum vinum og familjuni, fara ein túr á vøllin og spæla fótbólt, lurta eftir góðum tónleiki, hyggja at onkrum á YouTube, baka eina køku, ella finna tær okkurt frítíðarítriv.
Tað er ymiskt, hvussu vit handfara og liva við sorgini, og tí er tað einki, sum er rætt ella skeivt.
Góðtak tína kenslur
Tú kanst hava rættiliga blandaðar kenslur, tá ið tú hevur mist. Tú kanst merkja sorg, máttloysi og vreiði. Ongar kenslur eru skeivar. Tosa við ein vaksnan, sum tú følir teg tryggan við, ella tosa við ein vin og fortel, hvussu tú hevur tað.
Viðhvørt hjálpir tað at skrivar tankarnar niður í eina dagbók.
Fá hjálp til at koma aftur til gerandisdagin
Ger eina avtalu við læraran hjá tær um, hvussu tit saman kunnu greiða floksfeløgunum frá, tí sum er hent.
Fortel tínum vinum, hvussu tey á bestan hátt kunnu hjálpa tær. Tú kanst siga:
“Eg havi ikki brúk fyri ugga, men havi brúk fyri at syrgja inn í millum.
“Mær dámar væl, tá ið vit gera ymiskt stuttligt og hugnaligt saman. Tað fær meg at hugsa um okkurt annað.
“Eg havi ein ringan dag, tað hevði verið deiligt, um vit kundu verið saman í dag”
Ger eitt bræv
Um tað er ringt at siga tað andlit til andlits, kann tað vera eitt gott hugskot at skriva tað niður. Her kanst tú skipa eitt bræv til persónin, sum tú vilt, skal hjálpa tær.
Tú kanst royna tað her (https://bornetelefonen.dk/skriv/)