522011 Vaksin
Valmynd

Umsókn um stuðul til føðingardagar

Umsøkjarar, ið ynskja at søkja um fíggjarligan stuðul í samband við barnaføðingardagar kunnu gera hetta umvegis hesa leinkjuna

Umsókn um stuðul til frítíðarvirksemi

Innan ávís frítíðarvirksemi kemur fyri, at tað eru avmarka pláss fyri luttøku, og fyri at lætta um viðgerðina er mannagongdin soleiðis:
Um ein familja ynskir at søkja um stuðul til frítíðarvirksemi, so setur umsøkjarin seg í samband við viðkomandi felag, fyri at vita eftir, um pláss er fyri luttøku. Tá ið greiða er fingin á hesum, kann umsóknin sendast til Barnabata saman við avritið av rokning fyri limagjaldið. Nøkur feløg kunna um limagjald á heimasíðu síni, ella umvegis kunnandi skriv. Í slíkum førum tekur umsøkjarin eina mynd av skjalinum, ella avrit av skíggjanum, ið vísur kunningin á viðkomandi heimasíðu.

Upplýsingarnir skulu sendast til umsokn(@)barnabati.fo (minnist til at sletta klombur í teldupostinum.
Tá ið Barnabati hevur móttikið umsóknina, fær umsøkjarin leinkju sendandi umvegis teldupost, við nærri kunning.

Rým til YouTube