Search
Close this search box.

Mariuhønan

Eitt fangispæl, har børnini kunnu loysa hvønn annan aftur Børnini eru mariuhønur, sum renna runt, fyri ikki at verða fangaðar. Um man verður fangaður, skal man leggja seg niður á ryggin, sum ein mariuhøna, sum er koppað. Man verður loystur aftur, við at tvey onnur børn koma at hjálpa.   Soleiðis gera tit: Vel tvey […]

Enda setningin

Eitt spæl, sum leggur upp til, at børnini hugsa um skúladagin, sum nú er við at fáa ein enda Í spælinum fáa børnini møguleika at greiða frá teimum upplivingum, ið tey hava havt ígjøgnum dagin. Spælið styrkir bólkatilknýtið og børnini venja at lurta   Soleiðis gera tit: Tit stilla tykkum í ein ring Byrja við […]

Vinarliga stólaspælið

Spælið líkist stólaspælinum, sum vit kenna tað, men ístaðin fyri at kappast um  plássini, hjálpa børnini hvørjum øðrum, soleiðis at øll fáa eitt pláss, tá ið stólarnir verða færri. Børnini dansa/smárenna runt um ein stólarnar, sum standa rygg ímóti ryggi. Ein stólur verður tikin burtur, og tá tónleikurin steðgar, skulu øll børnini finna sær ein […]

Penn í kopp

Børnini samstarva um at fáa ein penn í ein kopp við at nýta bond Ein samstarvsvenjing, har tað ikki er møguligt at loysa uppgávuna einsamallur. Børnini læra, at tað er ein felagsábyrgd, um tingini skulu eydnast í einum felagsskapi.   Soleiðis gera tit Koyr børnini í bólkar á 6-8 Hvør bólkur fær ein kopp og […]

Klappispæl

Eitt stuttligt spæl, sum er við til at styrkja um felagsskapin, har børnini venja uppmerksemi og at samstarva. Í spæli kunnu vit kappast á ein stuttligan hátt. Tá vit spæla klappispæl venja børnini uppmerksemi, at samstarva og visuella kontakt, tá ið tey skulu fylgja teimum rútmum, sum verða settar í gongd av “klappimeistaranum”, sum skal […]