Tann lítla bókin um STÓRAR kenslur er skrivað við tí í hyggju at stimbra og stuðla tí einstaka barninum í kensluligu menningini. Kensluliga menningin hjá barninum skal stimbrast og stuðlast, júst sum málsliga og rørsluliga menningin verður, og tað er ábyrgdin hjá teimum vaksnu at hjálpa barninum. Vónin við hesari útgávu er, at børn og vaksin menna eitt samskifti við útgangsstøði í teirra upplivingum og kenslum. Hetta økir um teirra dirvi at siga frá, um teirra uppmerksemi, um trivnaðin hjá sær sjálvum og hinum børnunum í teirra gerandisdegi.
Í bókini eru uppskot um samrøður og spøl í samband við ymsar kenslur og ósemjur, sum barnið upplivir í sínum lívi og gerandisdegi. Bókin ger tað lættari hjá tær at tosa um kenslur við barnið, sum tú lesur saman við, ikki bert tá ið tit lesa hesa bókina, men eisini, tá ið tit lesa aðrar bøkur.
Bókin er til børn, sum eru 1½-6 ára gomul. Tað er gott at fara at tosa um kenslur, tá ið barnið er 2-3 ára gamalt, tí tá eru børn so smátt farin at skilja meiri samansettar kenslur og eru før fyri at lýsa tað, tey uppliva, við orðum. Bókin kann brúkast við bæði smáum og eitt sindur eldri børnum, sum duga at hava meiri fjølbroyttar samrøður um kenslur.
Bókin er givin út í samband við Betri vinir – Fri for Mobberi. Betri vinir byggir á 4 grundleggjandi virðir: Tolsemi, Virðing, Umsorgan og Dirvi og hevur tríggjar málbólkar. Børn, starvsfólk og foreldur.
Barnabati, Mary Fonden og Red Barnet standa fyri Betri vinir – Fri for Mobberi. Bókin er stuðla av Mentamálaráðnum og Føroya Pedagogfelag.
Bókin fæst í bókahandlum kring landið.