Search
Close this search box.

TOLSEMI – VIRÐING – UMSORGAN – DIRVI

Ein passalig mongd av TOLSEMI – VIRÐING – UMSORGAN – og DIRVI – kemur øllum væl við.
 
Virðini, ið Betri vinir – Fri for Mobberi varpar ljós á, eru ikki bara gagnlig í felagsskapum hjá børnunum, men eisini í tí stóra felagsskapinum 💜, og tey kunnu verða góðir leiðvísarar í hesum tíðum.
 
Til dømis:
 
TOLSEMI:
💜 Tosa virðiliga um onnur 💜
 
Støðan, sum hon er, leggur eitt ávíst trýst á okkum øll. Vit bera okkum øll at á ymsar mátar. Vit skilja ikki altíð, hví onnur bera seg at, sum tey gera, og kunnu av tí sama av misgávum umtala onnur sum sjálvsøkin ella ábyrgdarleys, tí tey nú bera seg á ein hátt, sum vit ikki høvdu gjørt. Hugsa væl um tað, ið tú sigur, tá ið børn tíni eru hjástødd. Um tú tosar neiliga um onnur, kunnu børn tíni fara at gera tað sama.
 
VIRÐING:
💜 Vaksa hendurnar 💜
 
Sig við børnini, at vit vaska okkum um hendurnar, tí vit ansa eftir okkum sjálvum, men hava EISINI onnur í huga. Vit vaska okkum um hendurnar, sjálvt um vit sjálvi kanska ikki eru í vanda at gerast deyðilga sjúk, um vit leggjast við corona-virussi.
 
UMSORGAN:
💜 Hav fyrilti fyri øðrum 💜
 
Umsorgan fyri øðrum hevur stóran týdning, sum støðan er í dag – og vit kunnu vísa tað á nógar mátar saman við børnum okkara:
👉 Tosa við børnini um coronavisussið: Vissa tey uttan at lítisviðra stúran ella tankar teirra.
👉 Vís nærveru og nýt høvið at hugna tykkum saman.
👉 Hjálp øðrum, um tey ikki kunnu vera heima hjá børnum
sínum.
👉 Lat børnini geva og vísa umsorgan fyri øðrum við t.d. at senda tekningar til familjulimir ella ringja til tey, ið sita einsamøll.
 
DIRVI:
💜 Tosa við barn títt um dirvi 💜
 
Tað kann krevja dirvi at halda seg burtur frá tiltøkum, og harvið kanska eisini gera onkran vónbrotnan, tí tú ikki komst, tá ið tú nú vart bjóðað/ur.
 
Nýt høvið at tosa við barn títt um, hvat dirvi er, og hvussu onnur børn munnu skilja tað, og hvussu vit kunnu læra okkum at vísa tað í gerandisdegnum, tá ið vit t.d. bjóða vinfólki við í spæl okkara, og at siga frá, um onkur verður órættvíst viðfarin.