Vit hava týtt og tillagað tilfar til tolsemisvikuna til tey, ið hava hug at royna seg við hesum. Tolsemisvikan verður í viku 44, tó eru tit sjálvsagt vælkomin at brúka tilfarið aðrar tíðir í skúlaárinum, um tað passar tykkum betri.
Tolsemi er ein av hornasteinunum í tryggum barnafelagsskapum, og tolsemisvikan snýr seg millum annað um at taka tað positiva fram í ymisleikanum, sum ger, at børnini kunnu vera tey, ið tey eru.
Tilfarið kann heintast niður her: Hattur | Smá fløgg | Plakatir
Stutt um vikuna
Vikan leggur dent á tolsemi, sum er eitt kjarnuvirði í Betri vinum.
Niðanfyri eru uppskot til vikuna. Tit velja, nær tit gera hvat, og um tit heldur skifta okkurt virksemi út við eitt annað, ið tit halda vera meira hóskandi.
Soleiðis gera tit
- Kunnið foreldrini, antin á heimasetninginum ella við brævi, sum tit geva børnunum, har tit greiða frá vikuni, og hvussu heimið kann stuðla. Tit kunnu brúka uppskotið, ið er í mappuni. Heinta Word fíla…
- Ger virksemi saman við næmingunum.
- Prentið pyntið út –til ber eitt nú at heingja tað upp á gongini, soleiðis at onnur síggja, at tit arbeiða við tolsemi í barnafelagsskapinum.
Uppskot til virksemi
- Sólstrálusøgur– leggið dent á tolsemi og fjølbroytni, tá ið tit arbeiða við tí, sum ger børnini errin og fær tey at glógva.
- Hvat síggja vit?– minnið børnini á, at vit uppliva hendingar ymiskt, og at tað skulu vit minnast til í ósemjum. Heinta pdf fíla: Hvat síggja vit | Hvat síggja vit (myndir)
- Vit hava ymiskar kenslur – lesið ymiskar frásagnir upp fyri næmingunum og granskið ymsu kenslurnar, sum frásagnirnar fáa fram í teimum.
Heinta pdf fíla:
Frásøgn 1 | Frásøgn 2 | Frásøgn 3 | Frásøgn 4 | Mannakroppur