Treytir

Gjalding við Dankort/Visa-Dankort ella øðrum gjaldskortum.
Tú kanst stuðla Barnabata við gjaldskortið umvegis www.barnabati.fo við at flyta eina eingangs upphædd, ella við at stovna eina gjaldsavtalu (Stuðla við fastari upphædd hønn mánað).
Tú kanst stuðla á netinum við hjálp av gjaldskortið, umvegis okkara samstarvsfelaga FarPay. Dátur tú sendir í samband við tín stuðul umvegis gjaldskort, er kryptera, og tað er bert Nets, ið kann lesa hvør ið tað er. Hvørki Barnabati ella onnur hava møguleikan at lesa tína upplýsingar.

Upphæddin, ið tú stuðlar við, verður trekt  av tínari konti rættstundis sum gjaldingin verður framd. Tað ber ikki til at trekkja størri upphædd enn hana tú hevur góðkent í samband við inngjaldingina. Um tú velur eina mánaðarliga gjaldsavtalu umvegis títt gjaldskort, verður frammanundan góðkenda upphædd trekt av tínari konto tann 1. í fyrstkomandi mánaði.
Tú móttekur eina váttan og “vælkomin” teldupost, tá ið tú hevur stovna avtaluna, um tú hevur skrásett tín teldupost.

Trygd fyri gjalding við gjaldskorti.
Tað er trygt at stuðla Barnabata umvegis internetið. Tú kanst lesa um trygd og online-gjaldingar á www.forbrugersikkerhet.dk. Tú kanst lesa um FarPay her: www.farpay.fo

Vilt tú vita meira:
Reglur fyri dátusamskifti
Handilstreytir fyri gjaldskort

Iðran
Mánaðarlig gjaldsavtala: Tú velur ta upphædd tú ynskir at stuðla við hvønn mánað og góðkennir sostatt at avtalan ikki hevur ein ásettan lokadag, men heldur áfram til tú boðar okkum frá um annað. Tú kanst til eina og hvørja tíð siga upp tína stuðulsavtalu. Tað kanst tú gera við at seta teg í samband við Barnabata á telefon 522011, 532011 ella við at senda ein teldupost til barnabati@barnabati.fo.

Eingangs-gávur: Tað er eingin iðranarrættur á goldnum eingangs gávum/donatiónum. Um tú hevur spurningar í samband við tína donatión, ella um okkurt skeivt er fari fram, ber altíð til at ringja til Barnabata á 522011.