522011
Valmynd

Kann eg ringja til 116 111?

Um tú ert úti fyri harðskapi, ert bangin ella upplivir hóttanir um harðskap.
Upplivir tú kynsligan harðskap?
Ávirkar rúsevnismisnýtsla tína støðu tá tú ert heima?
Eitthvørt sum tú hevur tørv á at tosa við ein vaksnan um, so ring til okkum.
Vit síggja ikki hvør tú er.

Hvat hendir tá ið eg ringi?

Tú sleppur at tosa við ein vaksnan sum ynskir at hjálpa tær. Ert tú mitt í eini trongstøðu, so kunnu vit seta okkum í samband við ein myndugleika har tú býrt.
Vit kunnu seta okkum í samband við barnaverndina, løgregluna ella læknavaktina, um at koma at hjálpa tær.

Ring eisini um tú heldur at eitt annað barn ella ungdómur er í einari trongari støðu.

Hvørt ár eru tað nógv børn og ung sum hava tørv á hjálp. Ungdómsárini er tann tíðin har vit sum menniskju mennast mest báði kropsliga og mentalt. Tá nøkrum ungdómum kann henda tíðin hava nógvar avbjóðingar við sær, og vit eru til fyri at hjálpa við hesum.

Tað er ikki loyvið hjá vaksnum at sláa, hótta, ella fremja aðrar niðrandi gerðir mótvegis børnum. Foreldur hava ikki loyvið at sláa, hóast barni ella ungdómurin hevur gjørt nakað skeivt. Tað eru tey vaksnu, ið skulu passa gott uppá ungdómin.

Ung eins og vaksin kunnu vera ósikkur í egnari rúsdrekkanýtslu, og nøkur eru ósikkur í um foreldrini drekka ov nógv ella brúka onnur rúsandi evni.
Rúsevnisnýtsla hjá ungum ella foreldrum kann verða við til at skaða støðuna heima. Rúsevni kunnu føra við sær, at óynskt ting henda. Ring til okkara, so kunnu vit saman finna fram til hvørja hjálp tykkum tørvar.

Ágangur er tá ið ein persónur særir rættindini hjá einum øðrum persóni. Ágangur kann koma fyri uttan mun til aldur og kyn.
Kynsligur ágangur er: Óynskt nerting, tvungin seksuellur aktivitetur, pínufullur seksuellur aktivitetur, neyðtøka, tvungin sexuellur aktivitetur við øðrum, tvungin seksuellur aktivitetur meðan onnur hyggja.

Allir ungdómar bestemma yvir sínum egna kroppi.

Rým til YouTube