Um at tosa við børn um COVID-19.
Tað týdningarmesta tú kanst gera sum vaksin, er at tryggja, sissa og styrkja kensluna av tamarhaldi hjá barninum. Fyri at gera hetta er umráðandi at finna fram til hvat títt barn veit sum støðuna og hvat barninum tørvar.
Vís áhuga og ver ansin!
Tak støði í, at flest børn kenna til, at tað finst ein smittandi virus. Børn fáa tíðindi á ymiskan hátt. Tey tosa við hvønn annan, hoyra hvønn annan tosa, og nógv teirra hava eisini telefonir, har tey fáa ymiskt at vita.
Tak ikki støði í, at barnið er ørkymlað fyri sín egna part. Hugsa um at børn ikki hava líka lætt við at meta um hvat sagt verður í almenna rúminum, og á sosialu miðlunum. Her mugu vit vaksnu hjálpa til. Lat ikki børnini sjálvi, ella saman við øðrum børnum, royna at skilja støðuna, og finna fram til niðurstøður.
Øll børn eru ymisk, og hvussu eitt barn reagerar uppá eina støðu. sum hesa vit eru komin í, er tengt at fleiri ymiskum støðum. Aldurin hjá barninum spælir inn og hvussu barnið annars hevur tað í sínum gerandisdegi beint nú. Undanfarnar upplivingar eru eisini viðkomandi, eitt nú um barnið hevur upplivað sjúku á egnan kropp ella hjá øðrum, sum eru nær.
Børn, sum longu vísa ein størri mun av ótta og ørkymlan, kunnu kenna hetta munandi størri, um vit ikki eru til reiðar at geva okkum stundir til at lurta og greiða frá.
Set ítøkiligar spurningar
Finn fram til hvussu nógv barnið hugsar um umfarssóttina. Hvat veit barnið og hvørjar spurningar hevur barnið. Spyr inn til hvat barnið hevur hoyrt, hvat tað veit og hvat tað ivast í. Vís barninum, at tú fegin vil tosa um slíkt, eisini um støður, ið kunna kennast torførar og hóast tú ikki hevur greitt svar uppá allar spurningarnar.
Gev kunning
Barnið hevur tørv á at fáa svar uppá sínar spurningar, og tørv á at kenna tamarhald á støðuni. Gev barninum sannar upplýsingar, ið barnið kann fáa hjálp av at vita. Svara erligt, men tað er ikki neyðugt at fara í óneyðugar smálutir. Umráðandi at hava í huga er, at eldri børnini eru, størri tørv hava tey á at kenna smálutirnar í støðuni vit eru í, fyri at kunna gera sær eina greiðari fatan. Børn óttast fyrst og fremst tað, ið kann ávirka kjarnuna hjá barninum. Tað er seg sjálvt, foreldur, systkin og ommur og abbar. Minn tey á, at sannlíkindini at fáa smittuna eru sera lítil, og at sannlíkindini at gerast álvarsliga sjúkur, serstakliga fyri børn og annars frísk foreldur og vaksin, tí eisini eru sera lítil.
Gev barninum viðkomandi upplýsingar. Um tú ikki hevur øll fakta, er eitt hugskot at saman við barninum hyggja eftir tíðindasendingum, ella saman vitja tær heimasíður, ið myndugleikarnir hava, í samband við aktuellu støðuna.
Flyt ikki tína stúran yvir til barnið
Tað er týdningarmikið, at tú ikki flytur egnu stúran yvir til barnið, ella gongur út frá, at barnið fatar støðuna eins og tú. Tað sum ein vaksin kann stúra fyri, er ikki víst at eitt barn hugsar um. Um tú sum vaksin kennir størri stúran, er gott um tú tosar við annan vaksnan um støðuna. Eisini ber til at ringja til Heilsumálaráðið fyri at fáa nærri kunning.
Sissa og vís vón!
Greið frá, at tá ið miðlanir koma við frásøgnum, so er tað oftast tí at okkurt óvanligt hendir. Tað eru fá, sum lata lív orsaka av COVID-19, men eftir sum miðlanir tosa nógv um hetta, so kann tað kennast vandamiklari enn tað er. Greið barninum frá, at spjaðingin av COVID-19 fær sera nógva umtalu í miðlunum, fram um alt, tí at tað hevur avleiðingar fyri samfelagið. Tað hevur við sær fíggjarligar avleiðingar, ferðir verða avlýstar, og tiltøk útsett alla avlýst. Skúlar og barnagarðar verða stongdir í ávísa tíð.
Hvat eyðkennir Koronavirus covid-19?
Koronavirus covid-19 gevur oftast hosta, eymleika og/ella pínu í kroppin og fepur, sum ein influensa ger. Hóast virusið er av eini aðrari familju enn vanlig influensavirus, so tykist hendan sjúkan at verða sera lík eini vanligari influensu. Nøkur fáa løtt sjúkueyðkenni, fleiri fáa eina influensalíknandi sjúku, og mugu hvíla eina viku. Nøkur fáa lungnabruna og hava tørv á sjúkraviðgerð á sjúkrahúsi. Umleið 0,5-1 % av teimum, ið fáa smittuna lata lív, mett verður, at tað er eins, og tað er við vanligu influensavirusum. Oftast eru tað eldri persónar og persónar, ið frammanundan hava veika immunverju.
Viðgerð av Koronavirus COVID-19?
Í løtuni hava vit ongan heilivág ímóti koronavirus, men tað verður dúgliga arbeitt við at finna heilivág. Viðgerðin er sostatt tann sama, sum við flest øllum øðrum influensum. Umráðandi er at fáa nokk av vætu, og gjarna við orku, eitt nú sukur umframt mat um ein orkar. Er barnið ov troytt til at drekka, ber til at geva paracetamol (fast sum handkeyp – fylg leiðbeiningini á pakkanum). Um heilsustøðan versnar er umráðandi at leita sær hjálp hjá læknavaktini á telefon 1870 ella bráhjálp á 112.
Harumframt er umráðandi at halda seg heima, so onnur ikki fáa smittuna.
Verjið ommu og abba fyri Koronavirus COVID-19
Eldri menniskju hava vanliga størri møguleika fyri at gerast sjúk. Hetta er eisini galdandi viðvíkjandi Korona. Tí verður mælt frá at ommur ella abbar taka sær av børnum, ið eru forkølað í hesum døgum.
Nógv eru ørkymlað um Heilsuverkið megnar at hjálpa øllum!
Tað er væl skilligt at nógv eru ørkymlað um Føroyska Heilsuverkið megnar at hjálpa øllum, um fleiri gerast sjúk av Korona og trýstið hækkar. Tá ið heilsumyndugleikarnir gera ætlanir um hvussu farast skal fram í samband við sera smittandi sjúkur, so er teirra arbeiða at ímynda sær tað ringast hugsaðu støðuna, og út frá hesum hava tey eina tilbúgvingarætlan til reiðar. Hetta merkir, at tað finnast longu mannagongdir til nógvar tilhugsaðar tilburðir, eisini eina alheimsfarsótt sum Korona.
Tó so er tað umráðandi, at vit øll taka ábyrgd og vísa varsemi. Hóast vit kunnu meta okkum sum sunn og sterk, og ongan ótta hava fyri hesi umfarssótt, so mugu vit vísa ábyrgd fyri okkara medmenniskjum. Um vit ikki eru varin og hugsa okkum væl um og hava gott reinføri, kunnu vit elva til at fleiri gerast sjúk av hesi smittuni.
Okkara landsmyndugleikar hava eina ábyrgd og eina tilbúgving fyri alt okkara land, vit mugu ikki gloyma, at vit sum einstøk menniskju, i hesum samfelagi, eisini eru ein partur og liður í hesi tilbúgving, og tí eiga vit at vísa hvørjum øðrum fyrilit og umsorgan.
Samanumtikið:
- Lurta eftir stúranini hjá barninum
- Tosa við barnið um fakta
- Tosa við barnið um tíðindir
- Spyr um barnið hevur fingið svar upp á allar spurningar
Her eru nøkur dømir hvussu hetta kann gerast:
- Spyr barnið – ikki bíða til tað sjálvt vendir sær til tín
Børnini fáa eina rúgvu við av tí, sum tey vaksnu tosa um, ella tí sum verður miðlað gjøgnum ymiskar fjølmiðlar. Tí eiga vit aktivt at spyrja barnið um, hvat tað hevur hoyrt og hugsað um Korona.
- Halt teg til sannroyndir um Koronavirus COVID-19
Her er ein filmur um hvussu hetta kann gerast:
- Barninum tørvar hjálp at skilja
Vit eiga at hugsa okkum um, hvussu vit orða okkum við barnið um korona og hvat vit tosa um, meðan barnið er hjá. Tað ber illa til at verja barnið frá ógvisligum yvirskriftum, myndum á netinum ella fjølmiðlan. Barnið skal tí hava hjálp til bæði at skilja ymisk viðurskifti kring COVID-19 (fakta) og at skilja millum hvat er satt, og hvat er fantasi. Vit eiga ikki at gera ræðumyndir, sum kunnu ræða barnið.
- Barninum tørvar góðar knaggar at heingja sína vitan á
Góðir knaggar eru orð og hugtøk sum gera, at barnið skilur støðuna á sínum støði: dømi um hetta kunnu vera: ”nú eru nógv góð tiltøk sett í verk soleiðis at smittan ikki spjaðist so nógv” ella ”nógvir serfrøðingar arbeiða fyri at basa smittuni”. Spyr um barnið hevur spurningar og svara erligt upp á teir, men kom ikki við óneyðuga langum frágreiðingum, sum kunnu forvirra barnið. Børn fáa royndir gjøgnum spurningar og svar og tí er tað heilt natúrligt, at barnið setir somu spurningar ferð eftir ferð.
- Okkara bestu frágreiðingar
Tá sterkar kenslur eru í gongd – bæði í tí einstaka barninum og í samfelagnum sum heild – kann tað vera torført at leggja okkum vitan í geyma. Børn spyrja tí upp í saman. Tey kunnu blíva forvirrað, um frágreiðingarnar verða verri og verri, so hvørt tað spyr. Tí skal veruleikin forteljast fyrstu ferð, barnið spyr, t.d. at COVID-19 er ein heimsfarsótt, og at tað er av alstórum týdningi, at vit gera alt fyri at minka um spjaðingina í Føroyum.
- Lata upp fyri at skilja – lata aftur fyri at fáa frið
Samrøður við okkara børn eiga at gera, at barnið skilur meira og samstundis verður sissað. Summi børn kunnu blíva óttafull av at tosa um støðuna, so tá vit lata upp fyri at tosa um eina støðu, sum er álvarslig, mugu vit greiða barninum frá, at vit lata upp, soleiðis at vit kunnu fáa betri stýr á teim strævnu tonkunum og spurningunum. Og so eisini tryggja okkum, at barnið er meira trygt, tá samrøðan er liðug.
- Hvat kunnu BØRNINI SJÁLVI GERA?!
Tey kunnu gera eina rúgvu sjálvi – og tað er týdningarmikið, at vit hjálpa teimum at fáa eina kenslu av, at tey kunnu gera nakað. Summi kunnu fáa eina kenslu av hjálpar- ella maktaloysi, og tað skulu vit hjálpa teimum burturúr. Tey skulu tí minnast á, hvat tey sjálvi kunnu gera, sum t.d. vaska hendir, hosta í ermina, ikki koma ov tætt øðrum enn teim nærmastu. Og vit eiga at fortelja teimum hví hetta kann basa smittu.
Vit mugu minnast til at børnini eisini skulu hava loyvi at vera børn – at spæla, flenna og gera skúlating, og gloyma alt um COVID-19 ☺
Barnabati