Barnagarður gerast í Vági 30.08.1980
Les gomlu greinina her
Barnabati var sett á stovn 22. mars 1980
Alt virksemi felagsins tekur støði í ST Barnarættindasáttmálanum. Vit virka fyri at bøta og menna um kor og trivnað hjá børnum og ungum, í fyrstu atløgu í Føroyum.
Vit arbeiða fyri at hjálpa og bøta um korini, uppvøkstur og menning hjá børnum og ungum í Føroyum. Vit ynskja, at øll børn og ung hava møguleikan til persónliga menning, og at tey fáa tann stuðul og umsorgan tey hava tørv á, og sum tey hava rætt til. Børn eru menniskju við javnmettum rættindum. Í ráðgevingini skal upplýsing, vegleiðing og ráðgeving miðja ímóti at styrkja sjálvskenslu hjá tí einstaka. Vit royna at skilja børn út frá teirra egnu upplivingum og fatan av sær sjálvum. Vit síggja aldrin eitt barn sum ein trupulleika. Vit møta børnum og ungum í teirra egna samanhangi og greiða teimum frá um rættindi teirra. Børn hava tørv á vaksnum og børn skulu møtast við viðurkenning.
Barnabati er ein landsfelagsskapur, og ein limafelagsskapur. Hetta merkir, at Barnabati virkar um alt landið. Barnabati er eisini ein NGO og ein NPO felagsskapur. Tað vil siga, at Barnabati er politiskt og átrúnaðarliga óheft, samstundis sum eingin persónur har fíggjarligan ágóða, um felagsskapurin hevur øktan fíggjarligan vinning.
Dagligt er tað aðalskrivarin, ið hevur alla ábyrgd av virkseminum. Á skrivstovuni starvast 3 fólk. Umframt hesi, eru onnur, ið loysa ymiskar uppgávur fyri Barnabata, harímillum sjálvbodnir ráðgevar til Tú & Eg Ráðgevingina.
Endamálið við Barna og Ungdóms-panelinum er, at varpa ljós á rættindini hjá børnum í Føroyum, við eitt nú at savna vitan frá børnum og ungum, um viðurskifti hjá teimum, viðgera hesi, og kunna tey, ið hava ávirkan á landsins lógir, um hesi viðurskifti. Eisini ynskja vit, at Barna- og ungdómspanelið fær høvi at viðgera hoyringarskriv í samband við lógaruppskot og lógarbroytingar, ið viðkoma børnum og ungum.
Vinaliga
Billa W. Jákupsdóttir, Brima Sólstein, Guðrin D. Bjørk, Gylta D. á Neystabø, Jóhan B. Mortensen, Julia S. Samuelsen, Rakul T. Rúnadóttir, Sofía Heðinsdóttir og Sveinur Áslaksson.
Eyðgerð Nattestad, forkvinna
Annfinnur Heinesen
Sasho Bjartsson
Harald Joensen
Bartal Súsonnuson Hansen