Spælið líkist stólaspælinum, sum vit kenna tað, men ístaðin fyri at kappast um plássini, hjálpa børnini hvørjum øðrum, soleiðis at øll fáa eitt pláss, tá ið stólarnir verða færri.
Børnini dansa/smárenna runt um ein stólarnar, sum standa rygg ímóti ryggi. Ein stólur verður tikin burtur, og tá tónleikurin steðgar, skulu øll børnini finna sær ein stól. Við tað, at tað nú manglar ein stólur, skulu børnini hjálpast at, soleiðis at øll fáa eitt pláss. Eitt nú við at deilast um ein stól ella sita undir hvør øðrum.
Soleiðis gera tit:
- Ger pláss á gólvinum og bið øll børnini finna ein stól, sum tey skulu seta í tvær rekkjur tætt saman. Stólarnir venda rygg ímóti ryggi.
- Øll børnini seta seg á stólarnar við rygginum ímóti hvør øðrum, og tú greiðir frá spælinum
- Tendra tónleikin og tak ein stól burtur ímeðan børnini dansa runt
- Sløkk tónleikin og børnini skunda sær at finna eitt pláss – eisini til tey, ið ikki fáa ein stól
- Tá øll hava fingið eitt pláss, tendrar tú tónleikin aftur og tekur enn ein stól burtur
- Spælið er liðugt, tá ið tað ikki er pláss fyri øllum børnunum at sita á teimum stólum, ið eftir eru
Aldursbólkur
Øll kunnu vera við
Hetta skulu tit brúka:
- Gott pláss
- Ein stól til hvørt barn
- Tónleik og hátalara
Tips
Royn spælið við at børnini ikki sleppa at tosa saman, men við kropsmáli skulu vísa hinum, hvar tey kunnu sita. Tosið síðani um, hvussu tað sá út, tá onkur “tosaði” og gav boð einans við kroppinum, eygunum og smílinum. Hvussu kendist tað?
Námsfrøðiligt endamál
Børnini skulu hjálpa og vísa hvør øðrum umsorgan við at geva pláss. Tey samstarva og vísa viðring tá tey deilast um plássini, hetta styrkir um teirra felagsskap