Betri vinir – Fri for Mobberi tilfarið er fjálgt og litríkt, og so er tað eggjandi, mennandi, stuttligt og sera einfalt at arbeiða við.
Betri vinir er eitt fyribyrgjandi átak ímóti happing. Happing er tó ikki í vøggustovu – men tá ið børn, heilt frá byrjan, læra, hvussu tey kunnu verða góðir vinir, fyribyrgja vit samstundis happing.
Vøggustovumappan inniheldur:
– Bamsa (handskadukka), eydnudjórið hjá Betri vinum.
– Lítlar persónligar bamsur.
– Námsfrøðilig hefti um ástøði, praksis og virksemi.
– Ráð til foreldur (brøv + plakatir).
– 25 plakatir við ymsum støðum og kenslum.
Bøkurnar “Mín dagur í Vøggustovu” og “Tann lítla bókin um STÓRAR kenslur” hoyra til vøggustovumappuna og eru til keyps í bókahandlum kring landið.
Tá vit arbeiða við Betri vinum, styrkja vit um trivnað og gleði í barnabólkum.
Betri vinir tekur støði í fýra grundleggjandi virðum: Tolsemi, Virðing, Umsorgan og Dirvi. Tá vit arbeiða við ymisku venjingunum og tilfarinum – eitt nú plakatum, spølum, dansi, massasju, bamsum og søgum – verða tey fýra grundleggjandi virðini spæld og tosað inn í barnabólkin. Les meira á Barnabati.fo/betri-vinir
Ynskir tú at koma á Betri vinir skeið og/ella keypa tilfar, skriva til okkara á betrivinir@barnabati.fo