Search
Close this search box.

Ymiskar venjingar

Venjingar

Við felags venjingum savnast børnini og hava tað stuttligt saman.
Venjingin stimbrar rørslumenningina hjá børnum, ið er umráðandi fyri trivnaðin og førleikan at samskifta við onnur.
Børnum dáma endurtøkur, tí mæla vit til at royna venjingarnar fleiri ferð, so børnini so hvørt verða trygg við innihaldið. Á henda hátt fáa tey størst gleði úr venjingunum.

Ætlanin er ikki at royna fleiri venjingar, men at dentur verður lagdur á teirra tørv og upplivilsi. Summi børn hava kanska bara hug at hyggja at og ikki luttaka.
Allar venjingar kunnu vera í smáum og stórum bólkum.Vit mæla til at royna tykkum við venjingunum, soleiðis at tit koma fram til, hvat hóskar seg best í tykkara barnabólki.

“Tá børn í felag gera kropsligar venjingar, læra tey, hvussu ymisk teirra mørk eru – likamliga og sálarliga: “mær dámar væl at reiggja, men Asta verður bangin, tá reiggjan fer ov høgt upp”, “eg elski at verða kitlað, men Anton verður óður, tá eg kitli hann”.

Stokt egg

Set børnini saman tvey og tvey. Tey skulu nú stilla seg yvirav hvør øðrum.Tann eini skal gera eitthvørt, antin í sitandi, standandi ella liggjandi støðu, og hin skal gera tað sama.

Tey smærru børnini hava tørv á hjálp frá einum vaksnum, hvussu tey skulu bera seg at.

Spælið hjá Bamsu

Brúka Bamsu sum handskudukku. Børninini standa, so tey síggja Bamsu.

Venjingin gongur út uppá at spegla rørslunum hjá Bamsu.
Tað kann t.d. vera við at hoppa, klappa, grulva o.s.fr.Tann vaksni greiðir frá og vísir, hvat Bamsa ger, og børnini gera tað sama.
Tit kunnu broyta venjingina soleiðis, at eitt av børnunum stýrir Bamsu og fortelur, hvat hon ger.

Teljitól

Øll børn sita og húka og klappa á undirlagið, meðan tit siga ramsuna: “1-2-3-4-5-6-7-8-9-10-11-12, har kemur eitt trøll, og tað var í góðum lag.”

Øll ganga runt og eru eitt trøll í góðum lag, til tann vaksni aftur byrjar eina nýggja ramsu við eini aðrari kenslu. Her er tað viðkomandi, at børnini koma við hugskotum um, hvør kenslan skal vera.