Ynskir tú at gera mun?

 

Barnabati

Ynskir tú at gera mun?

Barnabati ynskir at menna 116 111 Tú & Eg Ráðgevingina, og í hesum sambandi sóknast vit eftir sjálvbodnum til telefonráðgevingina og brævkassan.

Søkt verður eftir ráðgevum at taka umleið eina vakt um mánaðin í tveir samanhangandi dagar við forvakt og bakvakt frá kl. 18 – 22. Eisini verður søkt eftir ráðgevum til umleið eina vakt á umleið tveir tímar um mánaðin, sum kunnu vegleiða og svara spurningum á brævkassanum.

Kravið er, at tú ert 25 ár ella eldri, hevur útbúgving innan økið ella ert væl ávegis í lestrinum innan viðkomandi útbúgving.

Skipað verður fyri undirvísing og íblástri fyri ráðgevum fýra ferðir um árið, og ráðgevar hava altíð møguleika at fáa prát og vegleiðing, tá skrivstovan er opin.

Ráðgevingin byggir á óhefta fakliga ráðgeving, har bæði ráðgevin og tann, sum ringir, eru dulnevndir.

Bjóðað verður til eitt kunnandi tiltak í næstum, tá miðað verður eftir, at nýggja toymið byrjar 4. august 2025.

Vinaliga set teg í samband við okkum á barnabati@barnabati.fo ella við at ringja til Barnabata á telefon 610140/224160.