Search
Close this search box.

Barnabati bjóðar frálæru í ICDP

Tann fakligi relatiónsførleikin hjá eitt nú stuðlum, lærarum og námsfrøðingum er ein av teimum sera týdningarmiklu og avgerandi táttunum, at fyrihalda seg til, tá skúlar skulu geva sítt íkast til trivnaðin og menningina hjá børnum og ungum, bæði fakligt, sosialt og persónligt.

Frá kanningum innan skúlagátt fáa vit frágreiðingar um ta stóru ávirkan, ið samband millum lærara og næming hevur á framtíðar lívið hjá børnum. Hetta samband er við til at ávirka val av seinni útbúgving og familjuviðurskiftum.

Eisini síggja vit, at sambandi her og nú ávirkar sambandi millum børnini sjálvi, teirra úrslit í skúlanum, lívsgleði, trivnað og sjálvvirði umframt teirra mótstøðuførið tá talan er um strongd.

Tað handlar ikki einans um at hava eitt gott samband sum eitt mál í sjálvum sær. Tað handlar eisini um, at vit sum dagliga koma í samband við børn megna at greiða frá, meta um og greina hugtakið  “relatiónsførleiki”.

Samstundis er umráðandi at hugsa um møguleikar og avbjóðingar í samspælinum, og við støði í hesum tillaga okkara atburð, soleiðis at hesin styðjar upp undir læring og menning hjá børnum.

Tí metir Barnabati, at tað er av stórum týdningi, at vit geva “ relatiónsførleikanum”  gætur, og fyri at seta fokus á hetta, er Barnabati fari í samstarv við International Child Development Programme (ICDP).

Kunnandi fundur um ICDP og komandi útbúgvingar í fakligum relatiónsførleika vera 9. Mai kl 18.30 í Stórustovu í skúlanum á Argjahamri.