Stuðla

Stuðla Í Menniskjum Góður Tokki við at trýsta á knøttin niðanfyri, ella við at flyta eina upphædd á konto:

Betri: 9181-130.388.2
Bank Nordik: 6460 – 991.627.1

Stuðla

STUÐLA SUM VINNUREKANDI

Vinnurekandi, ið ynskja at stuðla Í Menniskjum Góður Tokki umvegis faktura, kunnu trýsta á knøttin niðanfyri.
Stuðla

Jólahjálpin

Eins og undanfarin ár skipar Barnabati fyri átakinum Í Menniskjum Góður Tokki.

Í ár ber til hjá fíggjarliga sperdum barnafamiljum at søkja um stuðul til at halda jól.

Umsóknarblaðið er tøkt her á síðuni frá  30. november kl. 19 til og við 7. desember.

Um tú ivast í onkrum, so ber til at ringja til okkara á telefon 610140 fyri vegleiðing.

Vit svara hvørt kvøld frá klokkan 19:00 til 21:00

Øll, ið hava søkt um jólahjálp í ár, fáa svar við Posta. Brøvini verða handað Posta 12. desember, eftir ætlan.

Hvør fær stuðul og hvussu rokna vit okkum fram til hetta?

Fátækaváðin, á enskum “at-risk-of-poverty”, er eitt altjóða mát, ið lýsir persónarnar í samfelagnum við lutfalsliga fæstum nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum persóni eitt heilt ár. 

Tá ið vit viðgera umsóknir um jólahjálp, fyrihalda vit okkum til inntøkuna hjá hvørjari einstakari familju.

Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av persónum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av javnvirðismiðinntøkuni í samfelagnum.

Fátækaváðamarkið er tann javnvirðismiðinntøkan, sum avgerð, um ein persónur er í fátækaváða ella ikki. Øll, ið hava eina javnvirðisinntøku undir fátækaváðamarkinum, eru í fátækaváða. Fyri at skilja fátækaváðamarkið er av týdningi at minnast, at tað er miðinntøkan (medianin), sum avgerð fátækaváðamarkið (Kelda: Hagstovan)

Soleiðis finna vit javnvirðisinntøkuna

Hagtøl

Tal av játtaðum umsóknum
Tal av børnum, ið hava fingið jólahjálp