Skal okkara land teljast millum heimsins bestu lond hjá okkum børnum og ungum at vaksa upp í, er neyðugt at tryggja, at vit øll, børn og ung, trívast og hava holla vitan um okkara rættindi. Hetta so at vit kunnu gera okkum dælt av okkara rættindum, og eru ílatin til at taka lut í avgerðum, ið hava ávirkan á okkum.
Vit hava í dag, á 30 ára føðingardegnum hjá ST Barnarættindasáttmálanum, lagt síðstu hond á okkara tilmæli, ið nú er sent til UNICEF í Danmark.
Í januar 2020 fara vit til FN-Býin í Keypmannahavn, har vit saman við børnum frá øllum Norðanlondum, íroknað Álandi, Grønlandi og Svalbard, fara at orða eitt felags tilmæli til okkara Norðurlendsku politikarar.
Í dag hava vit eisini stovnað Barna- og Ungdómspanelið hjá Barnabata. Endamálið við Barna og Ungdóms-panelinum er, at varpa ljós á rættindini hjá børnum í Føroyum, við eitt nú at savna vitan frá børnum og ungum, um viðurskifti hjá teimum, viðgera hesi, og kunna tey, ið hava ávirkan á landsins lógir, um hesi viðurskifti. Eisini ynskja vit, at Barna- og ungdómspanelið fær høvi at viðgera hoyringarskriv í samband við lógaruppskot og lógarbroytingar, ið viðkoma børnum og ungum.
Vinaliga
Billa W. Jákupsdóttir, Brima Sólstein, Guðrin D. Bjørk, Gylta D. á Neystabø, Jóhan B. Mortensen, Julia S. Samuelsen, Rakul T. Rúnadóttir, Sofía Heðinsdóttir og Sveinur Áslaksson.