Search
Close this search box.

116 111

Tú & eg ráðgevingin

Tú ert altíð vælkomin at ringa dulnevnt til Tú & Eg Ráðgevingina, um tú hevur tørv á at tosa við onkran, ella ynskir at fáa hjálp ella vegleiðing til eitthvørt. Tær nýtist ikki at siga hvussu tú eitur. Vit síggja heldur ikki hvør tað er, sum ringir til 116 111. 

116 111 svarar gerandisdagar frá klokkan 10:00 til 15:00 og hvørt kvøld frá klokkan 20:00 til 22:00

TÚ & EG PRÁT

Er tað sálarlig “óheilsa” ella ‘bara’ livið, ið kennist torført? Tær nýtist ikki at kenna svarið. Vit eru her fyri teg sum er ung/ur og sum hevur tørv á einum, ið hevur tíð at lurta. Ring til okkum á 116 111 og avtala eitt prát í somu viku, ja kanska sama dag. Tær nýtist ikki at siga hvussu tú eitur. 

EG & LÍVIÐ

HER KANST TÚ LESA UM YMISK EVNI, IÐ kunnu vera viðkomandi fyri ung.

BRÆVKASSIN

Brævkassin er óvirkin í løtuni. Vit arbeiða við at  loysa trupulleikan. Øll innkomin brøv send áðrenn 25. september verða svarað. 
Vinaliga haldi okkum til góðar.