UM BARNABATA

Barnabati varð sett á stovn 22. mars 1980

Alt virksemi felagsins tekur støði í ST Barnarættindasáttmálanum.

Barnabati virkar fyri at bøta og menna um kor, trivnað og menning hjá børnum og ungum í Føroyum.
Vit ynskja, at øll børn og ung hava møguleika til persónliga menning, og at tey fáa tann stuðul og umsorgan, tey hava tørv á og rætt til.
Barnabati er ein barnarættinda- og landsfelagsskapur óheftur av átrúnarligum og politiskum sjónarmiðum.

Virksemið er eisini kent undir heitinum NGO ‘Non-Governmental Organization‘, ið er eitt felagsheiti fyri eina røð av størri ella minni privatum, sjálvbodnum felagsskapum við hvør sínum serstøku áhugamálum.
Eitt, ið eyðkennir NGO felagsskapir, er, at hesir eru løgfrøðiliga og fyrisitingarliga óheftir av landsmyndugleikunum. Teir hava ein týðandi leiklut sum ískoyti til ta politisku tilgongdina í samfelagnum, og gera sítt til, at minnilutabólkar og áhugamál fáa størri ávirkan.

Barnabati er eisini ein NPO felagsskapur, ið merkir, at møguligt fíggjarligt yvirkot bert fer til at menna virksemið, og/ella veita tær tænastur, sum felagsskapurin arbeiðir við.

Barnabati virkar fyri, at børn og ung í Føroyum hava tey rættindi, ið eru staðfest í ST barnarættindasáttmálanum og samtykt av Føroya løgtingi í kunngerð nr. 6 frá 16.01.1992.
Eisini tekur alt virksemið hjá Barnabata støði í grund- og barnasjónarmiðnum í barnarættindasáttmálanum, ið siga, at øll børn hava líka virði (grein 2). At hugsað verður um barnsins besta (grein 3). Barnsins rætt at liva og búnast (grein 6)  og barnsins rætt at geva sína meining til kennar, og at fáa síni sjónarmið vird í øllum, ið viðkemur børnum og ungum (grein 12).

NEVNDIN

GAMLAR GREINAR