BUBU stuðlar Tú & Eg Ráðgevingini

23. des. 2018
Vit á Barnabata eru sera takksom fyri jólagávuna til Tú & Eg Ráðgevingina. Nógv børn og ung fegnast eisini um tað. Vit kunnu bera tvær heilsur víðari.
 
“Hey, takk fyri henda brævkassan, hann hevur hjálpt mær mega nógv… 1000 takk fyri… Nú veit eg eisini hvussu onnur hava tað og tað er ikki bara eg…”
– Genta 13 ár
 
“Hey hey! Eg havi skrivað inn til tykkum fleiri ferðir og eg havi eisini snakka við ein ráðgevara og eg havi tað soooooo gott nú! Eg vil bara takka tykkum so inniliga 🙂 Hetta hevur veri eitt órtúligt framskritt! Eg eri so yvir takksom ❤️
– Genta 16 ár

Tíðindaskriv frá BUBU:

Í summar tók BUBU saman við vinum stigið til tiltakið BUBU á ferð, ið ynskti at varpa ljós á felagsskapir, ið virka fyri góðum viðurskiftum fyri børnum í Føroyum, og sum við súkklutúrum og smáum konsertum. Samstundis gav BUBU vinum, fyritøkum og kommunum møguleikan til at veita stuðul til hesar felagsskapir; Sinnisbata, Barnabata og Bláa Kross.
Og ikki kann annað sigast enn at móttøkan til tiltøkini var framúr góð, bæði av fólki, stuðli og miðlan, og tað fegnast BUBU sjálvandi um, og kann hann tí nú sera errin og eyðmjúkur boða frá, at nakrar 70.000 krónur komu inn, og at nú verður stuðulin veittir hesum felagsskapum.

Við hesum vil BUBU, súkklarar, stuðlar, kommunur og ikki minst hópin av BUBU-vinum, siga eina hjartans tøkk, soleiðis at vit kunnu geva enn fleiri føroyskum børnum, bestu amboðini til at fáa ein góðan uppvøkstur, hóast onkuntíð avbjóðandi umstøður.

Gleðilig Jól og eitt av Harranum signað 2019

 
Leinkja til jólaheilsanina frá BUBU – sæst HER!
Sí fleiri myndir frá BUBU herundir