Covid-19, ætlanir, niðurstøður, og børnini í Føroyum

14. apr. 2020

Hvat er best fyri okkara børn og ungdóm? Tað kann ofta vera torført at gera eina objektiva niðurstøðu um hetta. Børn og ung hava eina rúgvu av vitan, sum vit vaksnu ofta ikki geva okkum far um, men sum vit kunnu fáa gagn av at hoyra.

At taka børn og ung við upp á ráð, tá avgerðir verða tiknar um teirra lív og gerandisdag, styrkir teirra egnu evni at skapa møguleikar, at samstarva og at meistra avbjóðingar. Tað gevur teimum eisini eina økta kenslu av at hoyra til felagsskapin og samfelagið. Spyrja vit tey ikki, ella geva vit teimum ikki møguleika at koma við teirra boðum, kunnu vit vera við til at geva teimum eina kenslu av avmakt og ørkymlan. 

Um viðkomandi myndugleikar hava áhuga í, at barna- og ungdómspanelið hjá Barnabata fær møguleikan at umrøða viðurskifti, ið viðkoma teimum, eitt nú tá samfelagsliga støðan er munandi broytt, og vit so smátt stremba eftir at fáa ein vanligan gerandisdag aftur, eru hesir vælkomin at seta seg í samband við Barnabata.

Eitt av aðalmálunum hjá Barnabata er at geva børnum og ungum eina rødd í Føroyum. Langt áðrenn Korona (Covid-19) kom her til landið, góvu vit børnum og ungum møguleikan at fortelja okkum vaksnu eitt sindur um, hvat hevur týdning fyri júst tey. Hetta er vitan, sum eisini er týdningarmikil nú Korona (Covid-19) hevur og framhaldandi fer at broyta gerandisdagin hjá føroyskum børnum og ungum í eina tíð. 

Les eisini: Heimaskúling og Korona