Search
Close this search box.

Jólahjálpin verður borðin út við Posta kring alt landið í morgin 15. desember. 

Játtaðar umsóknir í ár fevna um samanlagt 933 persónar, harav 554 børn. 

Barnabati hevur stuðla við upphæddum frá 2.500,- til 5.500,- fyri hvørja umsókn, alt eftir familjusamanseting. 

Vit vilja enn einaferð takka øllum, ið hava stuðla Barnabata, soleiðis at vit støðugt kunnu hjálpa fíggjarliga sperdum barnafamiljum í Føroyum. 

Gleðilig Jól

Barnabati