Search
Close this search box.

Keðir tú teg? Kom á bamsuveiðu

“Komið og gerið gongutúrarnar hjá børnunum stuttligari við at seta eina bamsu í vindeygað.” Soleiðis skrivar Anja Eydnudóttir á sínum Facebook vanga.

Spælið: Keðir tú teg? – Kom á bamsuveiðu. Øll, ið vilja luttaka, seta bamsur í vindeygakarmin, so familjur kunnu fara út at leita eftir bamsum.

Upprunaspælið kann síggjast her: www.jointhebearhunt.com

Ein passalig mongd av TOLSEMI – VIRÐING – UMSORGAN – og DIRVI – kemur øllum væl við.
Virðini, ið Betri vinir – Fri for Mobberi varpar ljós á, eru ikki bara gagnlig í felagsskapum hjá børnunum, men eisini í tí stóra felagsskapinum 💜, og tey kunnu verða góðir leiðvísarar í hesum tíðum. Les meira um tað her: https://barnabati.fo/tolsemi-virding-umsorgan-og-dirvi/