Hey 3
Tað er deiligt, at tú ert glað fyri okkara heimasíðu. Takk fyri tað! Tú ordiliga huffar, so gjarna vilt tú hava ein sjeik. Tað er verri at fáa ein sjeik, jú meira tú roynir. Tað skuldi verið umvent, men tað er soleiðis, at tá tú ert meira avslappað og hugsar meira um annað enn at fáa sjeik, so ert tú meira tiltrekkjandi enn tá tú bara hugsar um at fáa sjeik. Heldur kanst tú royna at finna út av, hvørja typu av sjeiki, ið tú kundi hugsað tær og hvønn tú ikki hevur hug at fáa. Og so er tað tað, um tú ynskir at fáa ein sjeik at ganga saman við , tí tú sigur, at tað ongantíð hevur ført til nakað higartil. Finn út av, hvat tú kundi hugsað tær, og so verður tað lættari hjá tær at finna ein, ið hóskar til tín.
Góða eydnu við kærleikanum!
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin