Hey tú, ið kallar teg Beyoncé fan, Hans’sa og øll’sa!
Sum eg skilji teg, so er støðan heima hjá tykkum ikki góð, tí pápi tín drekkur ov nógv, og tá hann er edrúur, skeldar mamma tín hann.
Tað er trupult fyri børn at búgva saman við foreldrum, sum ikki hava tað gott. Tað ávirkar eisini teg nógv, tí eg rokni við, at tú ert góður við tíni foreldur.
Tíni foreldur hava ætlanir um at skiljast, og tað kann vera svárt hjá tær at hugsa um og enn svárari at noyðast at tosa við onnur um.
Tó vil eg stuðla tær í at siga tað við tínar bestu vinir, tí tað kann lætta um tína byrðu, sum kann blíva ov tung at ganga við sjálvur. Tað er ofta gott at sleppa at tosa við góðar vinir um, hvussu ein hevur tað.
Tú kanst altíð skriva aftur til okkara, og tú kanst eisini ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111, so at tú kanst tosa við ein ráðgeva um, hvussu tú hevur tað við øllum.
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin