Góða genta!
Takk fyri brævið! Tað er gott, at tú hevur gleði av hesum brævkassanum. Tú kanst fyrst keypa tær eina graviditetsroynd á apotekinum, har tú skjótast fært staðfest, um tú ert við barn ella ikki. Vegleiðing stendur á pakkanum og hon er álítandi. Gott kann vera hjá tær at hava t.d. eina góða vinkonu ella sjeikin hjástaddan, tá tú fert at kanna, um tú ert við barn ella ikki. Tað er ymiskt frá lækna til lækna, um boðað verður frá til foreldrini, í samband við at teirra børn fara til lækna. Tó kanst tú ringja til tín lækna fyri at kanna, um tú kanst fara til lækna uttan at tíni foreldur fáa fráboðan um tað. Tú kanst biðja um at fáa vinkonuna við.
Tú skalt ringja til læknan og biðja um tíð. Tað er nóg mikið, um tú upplýsur títt navn og føðidato. Um tú so fert til læknan fyri at fáa staðfest, um tú ert við barn, skal hann brúka eitt sindur av urin frá tær til at kanningina. Góða eydnu víðari og alt tað besta! Skriva endiliga aftur til okkara, um tú hevur tørv á tí!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin