Heey, eg havi eitt stórt problem!
eg eri altid deprimerað og kedd, eg veit
ikki hvi ella hvat ?
eg blívi ofta bara knappliga deprimerað…

Hey deprimeraða!
Allarfyrst vil eg biðja um umbering fyri at tú hevur bíðað so leingi eftir einum svari uppá tínar spur- ningar. 
Tú spyr hví og hvat ið ger teg kedda – eg eri ikki ordiliga greið yvir hvat tað egentliga er tú vilt vita nakað um, tí tað er eitt sindur tórført hjá mær at svara tær uppá hví tú ert kedd, tað er nokk bara tú ið veit tað. 
Eg skilji væl, at tað kann kennast ørkymlandi at tú knappliga bara gerst kedd ella deprimerað. Og tá man er keddur, er tað gott at hugsa um og fáa sett orð á, hvat tað er ið ger teg keddan, beint tá tú ert kedd, og hvat ið tú kann gera við tað. Við øðrum orðum kanst tú hjálpa tær sjálvari við at seta orð á  kenslurnar.
Tað kann kanska eisini hjálpa tær at skriva okkurt niður um hvussu tú hevur tað tá tú ert kedd, og hvat tú hugsar um. Tá tað kemur niður á pappír, gerst tað kanska meira greitt, hvat tað er ið tú ert kedd av, og hvat kanska kann hjálpa tær.
Eg vóni hetta svarið kann hjálpa tær eitt sindur. Tú ert altíð vælkomin at ringja til ráðgevingina og tosa við ein av okkara ráðgevum, um hvat ið ger teg keddan. At seta orð á kenslur hjálpir ofta, og tá man hevur tað sum tú, vil eg ráða tær til at ringja til okkum.
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg