Góða Donkey
Takk fyri tey penu orðini um brævkassan. Vit gera okkara besta og royna at svara so gott vit kunnu. Gott at vita at tú kanst nýta brævkassan og at tú hevur gleði av honum.
Tú skrivar, at tú hevur lítið sjálvsálit og at tú heldur, at tað er tí, at tú vigar ov nógv. Tú sigur, at tú vigar 61 kg og er 164 cm long. Eftir tí vigar tú ikki ov nógv. Títt BMI er 22,7 og tað er heilt normalt. BMI sum liggur um 20 til 25 er normalt. Fer tað niður um, vigar man ov lítið og er rak. Men BMI og vektin í sær sjálvum hevur ikki alt at siga, tí hetta avhongur eisini av hvussu man er bygdur. Men um tú ivast, vil eg ráða tær til at tosa við heilsufrøðingin á skúlanum um hvat er tað rættasta hjá tær at gera, hvat tú skalt eta og so framvegis. Hon kann eisini siga tær nakað um hvat hendur við kroppinum hjá tær nú tú ert 14 ár og í pubertetinum og hvussu tað eisini ávirkar títt sjálvsálit.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin