Góða tú,
Vit eru glað fyri, at tú skrivar inn til okkara. Tað, sum tú hevur verið úti fyri er sera óbehagiligt. Soleiðis sum tú lýsir sambandið, ljóðar tað til at tú hevur verið útsett fyri niðrandi og stýrandi atburði. Tú hevur fingið ein skelk, og tað er væl skilligt, at tú er bangin fyri, at tað fer at henda aftur.
Tað er tó sera gleðiligt at lesa, at tú sjálv hevur steðga sambandinum. Tað er tað rætta at gera í slíkum støðum. Hetta sigur okkum, at tú er ein sterk, skilagóð og klók genta sum dugir at taka ta røttu avgerðina.
Tú skrivar, at tú hevur verið útfyri grooming, men tú skrivar ikki um nakað seksuelt samskiftið ella myndir. So tað ljóðar ikki til, at tað er júst grooming, tú hevur verið útsett fyri? Grooming er, tá ein (sum oftast vaksin) við snildum framferðarháttum uppbyggir eitt samband (í flestu førum á netinum) við eitt barn, har barnið fær álit á tann vaksna, soleiðis at tann vaksni seinni kann fremja kynsligan ágang móti barninum. Grooming er ólógligt og skal tí meldast til løgregluna. Tú kanst lesa meira um grooming á heimasíðuni hjá løgregluni: politi.fo/melda/it-kriminalitetur/grooming
Tó ber brævið brá av, at tú hevur verið fyri óynsktum sambandi. Tú var ov ung til at vita hvat hendi, og tú skal undir ongum umstøðum verða so hørð við teg sjálva. Hetta er nakað, sum hendir fyri nógv – ikki einans ung men eisini vaksin. Tú var jú bert eitt 12-13 ára gamalt barn, tá tað byrjaði.
Óynskt samband skal skiljast sum eitthvørt samband á netinum, ið hevur við sær, at tú kennir teg illa ella ótrygga, hóast tú kanska einki hevði ímóti sambandinum í fyrstanini. Líkist hetta meira tíni uppliving?
Um so er, so lesa vit í brævinum frá tær, at tú hevur lært nógv um óynskt sambond – tíanverri uppá tann harða mátan. Hetta kanst tú taka við tær víðari í lívinum, og kanska tosa við tíni vinfólk um tað. Bæði fyri tína egnu skyld, so tú kann fáa stuðul og kanska eisini fyri at hjálpa teimum at fyribyrgja, at tað sama ikki hendir fyri tey. Kanska torir tú at tosað um tað, um tú hugsar, at tú samstundis kanst hjálpa vinfólkum, við at tosa um tað? Hvat heldur tú um tað?
Tú skrivar, at tú óttast fyri, at tað fer at henda aftur. Tí skriva við eitt sindur um fyribyrging og trygd á netinum:
Hvussu kanst tú best avmarka vandan ímóti óynsktum sambondum og grooming?
• Ger tín vanga á sosialu miðlunum privatan, og endurskoða javnan tær privatu stillingarnar.
• Boða frá ella tak frástøðu. Fært tú óynskt samband frá onkrum, tú kennir ella frá fremmandum, so boða frá og tak frástøðu frá persóninum. Tað hevur stóran týdning at tú er týðilig í mun til at tú sigur at tú ikki ynskir samband, og at tú blokerar viðkomandi. Tak eisini “screen shots” av øllum, soleiðis at tú hevur prógv um nakað ólógligt skuldi fari fram.
Tað hevði verið gott, um tú tordi at fortelja foreldrum tínum um tilburðin. Tey kunnu hjálpa tær at kenna tekini aftur, sum ein “vinur” á netinum brúkar, fyri at fáa eitt óhóskandi samband við teg. Vit halda eisini, at foreldrini kundu hjálpt tær við teimum neiligu tonkunum, tú hevur. Vit rokna við, at tey verða errin av tær, um tú greiðir teimum frá, at tú sjálv hevur steðga sambandinum.
Hugsa jaliga um teg sjálva, hvussu sterk tú hevur verið og hvussu nógv tú nú veit. Sum vit skrivaðu í byrjanini, minst til, at tú dugir at gera tað rætta. Tú hevur víst, at tú er sterk, skilagóð, klók og dugir at taka tað røttu avgerðina. Vit kunnu eisini siga, at tá mann veit hví, mann hevur tað ringt, verður tað lættari at sleppa teimum ringu kenslunum aftur. Tú vísir á í brævinum til okkara, at tú skilur væl, hví tú hevur tað ringt og dugir væl at greiða frá hesum. Tað, at tú dugir so væl at lýsa støðuna er eitt stórt stig á leiðini, til at tú fert at fáa tað betri.
Vit vóna, at tú kann leggja hesa keðiligu upplivingina aftur um bak, og at tú kanst hugsa um, at tú hevur gjørt alt rætt. Tú kanst ikki gera meira, og tað skal tú verða errin av.
Tú er altíð vælkomin til at ringja til okkara á 116 111, ella skriva til okkara aftur.
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin