Góða forvirraða genta!
Takk fyri brævið. Tað er gott, at tú hevur vent tær til okkara við tínum trupulleikum.
Eg skilji, at tú følir teg forvirraða, tí tú hevur nógv at hugsa um.
Tú greiðir frá, at mamma og pápi tín fóru frá hvørjum øðrum, tá tú vart 3 ár, og enn hugsar tú altíð um hetta.
Tað er tungt hjá tær at ganga við tínum hugsanum sjálv, og ikki fáa tosað við tíni foreldur um, hvussu tú hevur tað.
Tú ert góð við bæði mammu og pápa tín, og tað er heilt nátúrligt, at tú kundi hugsað tær at verið saman við báðum.
Tá mamma og pápi tín fóru frá hvørjum øðrum, var tað tí, at tað ikki riggaði teirra millum. Tað hevði verið gott fyri teg at hoyrt um, hvat hendi, og hvussu lívið bleiv eftir hetta. Kanst tú spyrja tíni foreldur, um tey kunnu greiða tær frá tí, ella kanst tú spyrja eldri systur tína?
Mamma tín hevur valt at fáa sær ein nýggjan sjeik, og pápi tín hevur valt at fáa sær eina nýggja damu. Tað hevur tú ongan møguleika at broyta.
Tú hevur verið kedd og forvirrað í so langa tíð nú, og tú hevur ikki havt møguleika at tosa við tíni foreldur um, hvussu tú hevur tað. Tú berur ein ov stóran trupulleika sjálv, og tað er kanska tí at tú skaðar teg sjálva og hugsar um at vilja vekk her frá.
Tað eru tey vaksnu, sum eiga at hjálpa børnum og ungum, ið hava trupulleikar. Hevur tú nakran vaksnan í familjuni, sum tú ert trygg við og kanst tosa við? Tú sigur, at tú elskar damuna hjá pápa tínum, og at hon er góð at tosa við. Kanst tú tosa við hana um, at tú skaðar teg? Kann hon hjálpa tær at tosa við pápa tín, so at hann kann skilja teg, so at tú kanst sleppa at vera tann tú ert?
Tú hevur vinir, sum tú hugsar um. Kanst tú tosa við tey um tað, sum tú ikki vilt tosa við tey vaksnu um?
Um tú ikki følir, at tú fært tosað við nakran av teimum um tínar tankar, kanst tú kanska venda tær til tín flokslærara ella skúlaheilsufrøðingin, sum er knýtt at tínum skúla.Tey hava skyldu at hjálpa tær, um tú vendir tær til tey. Tað er umráðandi fyri teg at tosa við onkran vaksnan, sum kann lurta eftir tær og hjálpa tær at bera trupulleikan saman við tær, so at tú fært tað betri.
Tú ert altíð vælkomin at venda tær aftur til okkara.
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin