Góða tú,
Takk fyri at tú skrivar til okkara!
Tað kann vera deiligt at hava ein sjeik, men hann skal viðra teg og tíni mørk! – Tað ljóðar, sum hann ikki ger tað.
Tú skrivar einki um, at tú ert góð við hann, ella at tú ikki vil missa hann, men tað gangi eg útfrá, at tú ert. So eg hugsi at skriva til tín, at sjálvt um tú er góð við hann, og hann er sjeikurin hjá tær, so roynir hann eftir øllum at døma at manipulera teg – og tað ger meg óróliga.
Tú skrivar einki um, hvussu gamal hann er. Men, óansæð aldur, so hendir tað viðhvørt, at valdsójavnvág er í parlagnum, har tann eini avgerð meira enn hin, og tað er eitt ósunt parlag. Alt bendir á, at tú er í einum ósunnum parlagi, sum tú á ein ella annan hátt skal sleppa tær burturúr. Kanska tosa við hann um, at hann skal viðra teg, ella far frá honum (gera tað liðugt). Eg hugsi, at tú sjálv kanska følir, at tú ikki hevur tað heilt gott í tykkara parlagi. Tí hann fær teg at gera ymiskt, sum tú ikki hevur hug til og angrar aftaná.
Tað er als ikki ílagi, at hann trýstir teg til at gera nakað, sum tú ikki hevur hug til – seksuelt ella ei. Tað er týdningarmikið at tú steðgar við at geva eftir og steðgar við at lata hann trýsta teg. Hvussu ger tú so tað?
Sjálvt um tað kann vera torført, so vil eg ráða tær til, at tosa við foreldur tíni um tað, sum hann roynir at fáa teg at gera. Tí at hetta skal steðga beinanvegin. Tað kann kanksa kennast flovisligt, at tosa við vaksin um hetta, og tað skilji eg væl. Kanska er onkur annar vaksin enn tíni foreldur, sum tú torir at tosa við? Kanska ein lærara, ella onkran annan í tínari familju. Hvat heldur tú?
Beint sum tú lesur hetta, haldi eg, at tú skal siga við hann, at tú ongantíð fer at gera nakað, sum tú ikki vilt aftur, hvørki í dag ella nakran annan dag, og at hann skal steðga við at trýsta teg!
Fortel honum, at um hann blívur við, so vil tú ikki vera saman við honum longur. Eg vil eisini eggja teg til, at biða hann sletta myndinar og sjónbondini, hann longu hevur fingið.
Um hann hóttir við, ella um tú bara er nervøs fyri, at hann fer at vísa nøkrum myndirnar, so skal tú siga við hann, at tú meldar hann, tí at tað er ólógligt – og tað er líkamikið um hann er undir ella yvir 18 ár. Eitt gott ráð er altíð at taka screen shots av samrøðum. Tak screen shots av samrøðum, har hann biður teg gera okkurt, har tú sigur nei, og hvussu hann trýstir teg til at gera tað allíkavæl. So hevur tú prógv, um tú nakrantíð kemur í eina støðu, har tú mást melda hann.
Eg veit, at tað er sera torført at seta mørk og at siga nei við ein, mann er góður við. Tí er tað týdningarmikið, at tú hevur onkran sum stuðlar tær, helst ein vaksnan, men vinfólk kunnu eisini vera ein góður stuðul.
Eg trúgvi upp á, at tú gott kanst siga frá og seta mørk. Tí at tú veitst longu nú, at tað er fari yvirum tíni mørk og at sjeikurin hjá tær pressar teg ov nógv.
Tú er hjartaliga vælkomin at skriva aftur ella ringja 116 111, so hjálpa vit tær meira. Tað er ókeypis at ringja og tú ert dulnevnd.
Um tú skilur danskt og ynskir at vita meira um myndir og video á netinum, sum man hevur sent til onnur, so kanst tú lesa meira her: sletdet.dk. Um tú ynskir at brúka teirra tænastu, og vil hava myndur tiknar av netinum, kanst tú venda tær til okkum á telefon 116 111, so kunnu vit hjálpa tær.
Alt tað besta,
Tú & Eg Ráðgevingin