Takk fyri brævið. Stuttligt at hoyra at tær dámar brævkassan.
Tú heldur, at tú ert nakað feit. Tú skrivar, at tú íðkar ítrótt, og at tú vanliga roynir at eta heilsugóðan mat. Tað ljóðar, sum um tú ert sera skilagóð, tí onnur ráð kann eg ikki geva tær.
Tað ber ikki altíð til at samanbera seg við onnur, tí vit hava øll ymiskan kropsbygnað. Nøkur eru meira beinstór enn onnur. Í tínum aldri broytist kroppurin nógv orsakað av puberteti. Ofta er nakað av ”hvølpafeitti” á kroppinum, men hetta feittið fer so líðandi burtur. Um 16-18 ára aldurin er tað vanliga heilt burtur, so um tú framhaldandi etur heilsugott og íðkar ítrótt verður tú ein kløn og flott kvinna.
Um ein etur ov lítið yvir longri tíð, verður man rak, og tað er ikki serliga vakurt – man kann eisini, sum tú ivaleyst veit, blíva sjúkur, um kroppurin ikki fær nokk av teimum røttu føðsluevnunum. Serliga er tað hjartað, sum tað gongur útyvir.
Men tú sigur, at tú hevur roynt at tosa við mammu tína um heilsugóðan kost, men at hon sum oftast keypur mat, sum ikki er so góður. Tað er ringt at gera nakað við, um hon ikki hevur áhuga í tí heilsugóða matinum. Eg haldi, at tað er fantastiskt, at tú klárar at eta heilsugott allíkavæl, so um tú onkuntíð etur okkurt sum ikki er so gott ger tað onki, bara tað ikki er ov oftani. Men eitt hugskot kundi verið, at tú fórt við mammu tíni at keypa inn. Á tann hátt kundi tú havt ávirkan á tað sum skuldi keypast, ella at tú hevur nakrar dagar um vikuna ella mánaðan har tú t.d. ger av hvat tit eta til døgurða. Á henda hátt kanst tú hava ávirkan á tað sum tit eta heima. Og møguliga kann hetta spakuliga broyta hugsunarháttin hjá mammu tíni.
Góða eydnu!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin