Hey Firefly!
Tú hevur gloymt ein p-bolla í 10-12 tímar. Sum eg skilji tað, vart tú komin langt i p-bolla pakkanumarkinum. Um tað er vanlig styrki p-bollar t.v.s. 30 microgram ethynyløstrogen, kemur ikki eggloysn, hóast hormonnøgdin í blóðinum fellur eitt sindur. Um tú brúkar lágnøgd p-bollar, altso bert við 20 microgram østrogen í, kann hettar fáa eggbløðruna at búnast og eggloysn kann koma, og so ert tú ikki vard móti at gerast við barn. Nógvar ungar kvinnur fáa lágnøgd p-bollar, tí teir tolast betur. Um ein gloymir eina tablett ella hítin fer, eigur tú tá at taka angri-bolla, sum kunnu keypast uttan resept á apotekinum og skulu takast so skjótt sum gjørligt og helst tað fyrsta samdøgrið (kann virka í 72 tímar) Nú er ov seint við angri-bolla, men um mánasjúkan ikki kemur, ella tú ikki følir teg væl, so ger alt fyri at fáa tikið eina kanning, fyri at staðfesta, um tú við barn ella ikki.
Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin