Hey
‘Kært barn har mange navne’…… Ja, murtur er eitt av samheitunum fyri pissiling og tað er ikki tað einasta, tað finnast nógv nøvn. Tú er flóv yvir, ikki at vita hetta, tað skalt tú ikki vera, tað eru so nógv nøvn og eingin kennir øll.
Øll samheitini vera ikki brúkt alla staðni. Um tú spurdi onkran úr Klakksvík og onkran úr Hvalba
um hvørji nøvn tey eisini brúka fyri pissiling, hevði øll nøvnini ikki verið tey somu. Hvalbingurin hevði ikki vita um øll samheitini ið vera brúkt í Klakksvík og umvent.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin