Tað er ikki altíð lætt at vera 12 ár og øll verðin stendur opin fyri einum, bæði hvat viðvíkur kerligheit, kynslívi og øðrum spennandi tingum, ið henda tá man er ungur og forvitin.
Men tú ert ikki for ung at hugsa um tílík evnir, tað er heilt náttúrligt. Tú spyr um tú ert for ung at onanera. Nei tað ert tú ikki. Men hetta merkir ikki at man skal byrja at onanera tá man er 12 ár. Tað er sera ymiskt nær man byrjar við slíkum. Tað sum tú skal hugsa um, er at tú ikki skal gera nakað sum ikki følist rætt fyri teg og sum ikki følist gott. Um tú følir á tær sjálvari, at tað tú gert følist óbehagiligt, so lat verða.
Men tú hevur fleiri aðrar spurningar og í staðin fyri at vit fara at gera eina langa frágreiðing her, so vil eg heldur vísa teg til nakrar góðar heimasíður, har tú kanst lesa um kynslív og annað sum viðvíkur tí. Tær eru: www.sexogsamfund.dk og barnabati.kinsta.cloud (undir teiginum EG & LÍVIÐ).
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin